Lægri partafelagsskatt til smærri fyritøkur

Javnaðarflokkurin vil lækka partafelagsskattin, so smáar fyritøkur rinda nakað minni enn stórar. Tað kundi verið 10% av vinningi upp til 1-2 mio! 

Tí eitt fjølbroytt vinnulív tryggjar eitt fjølbroytt samfelag. Men við verandi vinnupolitikki gerast nakrar fáar fyritøkur so sterkar, at tær kunnu keypa annað vinnulív upp. 

Smáu fyritøkurnar skula kunna tekna eina sjúkratrygging, soleiðis at fyritøkan við t.d. stjóra  og nøkrum fáum starvsfólkum ikki hóknar undan, um ein av starvsfólkunum gerst langtíðar sjúkur! 

Stjórar í einstaklingafyritøkur hava haft hendan møguleikan í nógv ár. 


Vit hava so nógv góð kreativ handalig fólk við genialum hugskotum, dirvi og virkisfýsni, sum vilja framleiða stuttflutt og burðardygt kjøt og grønmeti, føroyskt snið, størri loysnir til fiskiflotan og framleiðslu, nýggjar kt-loysnir við alheimspotentiali og kanska liggur onkur føroyingur inni við enn einari slóbrótanti orkusparandi loysn. 


Vit hava fólkini, men tað krevur at íverksetaraáhugin ikki verður køvdur men heldur stimbraður, og tí skal smidleiki verða reyði tráðurin. 

Almenna skipanin skal kennast sum ein viðspælari – ikki ein mótspælari.


Bjørg Dam 

Sjálvstøðug vinnurekandi og uppstillað fyri Javnaðarflokkin.