European League: Viborg tapti bólkafinaluna móti Dijon

Jana Mittún og liðfelagarnir gjørdust nummar tvey í innleiðandi bólkinum

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg hava vunnið seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum í EHF European League. Men tað verður ikki sum bólkavinnari, men sum tveyari.

 

Viborg spældi í kvøld á heimavølli bólkafinaluna í innleiðandi bólki D móti franska liðnum, Dijon.

 

Tað endaði við teprum 33-32 sigri til Dijon, ið var á odda 18-15 í steðginum. Talan er um fyrsta tapið hjá Viborg í innleiðandi bólkaspælinum.

 

Jana skoraði fýra mál, og hon legði eisini upp til fýra mál (assist).

 

Dijon vann bólkin við níggju stigum. Viborg hevur átta stig á øðrum plássinum, og Corona Brasov hevur sjey stig á triðja plássinum. Zaglebie Lubin endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tá taka Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens móti Viborg á heimavølli.