H71 hevur endurvunnið steypakappingina

Í kvøld smurdu hoyvíkingar grannarnar í Kyndli av, tá ið H71 vann steypakappingina fyri níggjundu ferð

H71 er steypavinnari í manshondbólti í 2026. Hálvleiksstøðan ímóti Kyndli var 20-14, og tá ið tað var liðugt, vísti máltalvan 37-28 til H71.

 

Í fjør vann H71 steypafinaluna ímóti VÍF 33-29, og í kvøld var sigurin uppaftur meiri sannførandi.

 

Hetta er níggjunda ferðin, at H71 er steypavinnari. Tað er bara Kyndil, sum hevur vunnið steypakappinga oftari enn H71. Kyndil hevur vunnið 11 steypafinalur.

 

Fyrstu ferð H71 vann steypakappingina var í 1998. Eisini tá var Kyndil mótstøðuliðið, og ta ferðina vann H71 23-20.

 

H71 vann ikki steypafinaluna fyri aðru ferð fyrrenn í 2016, og síðani tá hava hoyvíkingar vunnið steypakappingina í 2016, 2017, 2020, 2021, 2022, 2023, 2025 og so aftur í kvøld og harvið í 2026.

 

Tað var stórur hvøkkur fyri H71, tá ið álitið í verjuni Peter Krogh longu eftir tríggjar minuttir sá beinleiðis reytt kort. Men tað vísti seg ikki at hava týdning fyri H71 avrikið. Hoyvíkingar vóru frammanfyri 20-14, tá ið tað var hálvleikt, og sum seinni hálvleikur leið, var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Helgi Hildarson Hoydal og Rókur Ziskason vóru knassar í miðverjuni

 

Helt stóri munurin í fyrra hálvleiki var tað, at Tóraldur Kollsker í H71 málinum var so stinnur. Bjargingarprosentið hjá honum undan steðginum var 43, og ofta var tað, tá ið mótstøðumenninir vóru heilt leysir, at hann skoraði.

 

Sum seinni hálvleikur leið sást tað væl, at tað í orku gjørdi stóran mun, at breiddin á liðnum hjá H71 er væl størri, enn hon er hjá Kyndil, sum ikki skifti so nógv út, sum teir gjørdu hjá H71.

 

Hoyvíkingar vóru lættir og fótfimir, og hjá H71 vóru ungir menn sum Jákup Egholm, ið var øgiliga tryggur við brotskøstum, Høgni Heinason, Rókur Ziskason og blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu og so sera stinni Brian Slyne.

 

Síðstu fáu minuttirnar var H71 manningin mest sum bara heilt blaðungir spælarar, og tað er staðfesting av, at nýtt ættarlið er klárt at taka við, um tað framvegis verður soleiðis, at bestu H71 spælararnir fara at royna seg uttanlands.