Lívsstílsstevnan í nýggjum hami

Synergi hevur fingið íblástur úr útlandinum og bjóðar til eina øðrvísi og nýggja Lívsstílsstevnu á Hotel Føroyum í døgunum 17. og 18. oktober

Mótasýningar. Brakandi shows. Viðkomandi fyrilestrar. Áhugaverd sofaprát. Snøgt sagt ein lekkur coctail, sum smakkar bæði teimum villu og teimum meira stillu.

Soleiðis vil Synergi lýsa ársins útgávu av Lívsstílsstevnuni, sum føroyingar sleppa at uppliva fyri triðju ferð í Føroyum. Men hesaferð verður tað í nýggjum hami, at Synergi bjóðar føroyingar til kunning um lívsstíl og vælveru.


Nýggj høli

Tað verður Hotel Føroyar, sum verður karmur um Lívsstílsstevnuna í døgunum 17. og 18. oktober í ár. Tá lata dyrnar upp til eina nýggja og øðrvísi stevnu enn undanfarin ár.

- Vit hava nýtt høllina á Hálsi til tiltakið seinastu tvey árini, men fara nú at royna hølini á Hotel Føroyum. Tey eru betur egnaði.

Hvussu verður stevnan øðrvísi hesaferð?

- Vit hava fingið íblástur úr útlandinum, serliga úr Danmark. Har verða ymisk slott ofta nýtt til líknandi stevnur, og vit ætla at skapa ein slotsstemning á Hotel Føroyum. Tað verður størsta broytingin, siga tey úr Syngeri, sum stendur fyri stevnuni.

Hóast stevnan undanfarin ár eisini hevur verið ætlað mannfólki, hava fyrireikararnir lagt størri dent á at fáa menninir við.

- Undirtøkan hevur verið frálíkt seinastu tvey árini, og nú vóna vit, at úrslitið verður enn betri. Millum annað orsakað av, at vit eisini hava fleiri áhugamál hjá mannfólki, siga tey úr Syngeri.