Sólmundur Joensen
2004
Hoyri fótafet,
tigandi harðmælt
spøk sum heimalomb
hørð sum torusláttur
sjónlig fótaspor
smá og stór
fylgi slóðini
sálin stendur føst
í fótafetinum
kendi tíni fótafet
løtt, føst, blíð, bleyt, hørð
kimilig, melodisk
geva ljóð
tínar kenslur, tankar
hugburður
sinnisrørsla
sál og lund
dúnmjúk-steinhørð
sálarheimurin sveimandi
gjøgnum likamið
darrandi beinagrind
hvør nerv, æðr á tremur
í stríðum streymum
spennandi tankar
vítt hugflog
fjøltáttað, víttfevnandi hugskot
fótafet sýna megi, kraft
máttloysi- einsemi
málrættar- endaleys
medvitandi
jarðbundin sveimandi
fótafet
komandi, farandi
slitin, tváað
hvørva
av tíðarinnar tonn
ljóðið hangandi í rúminum
eina lítla løtu
fjarandi
hvørvur innar í upphavið
á veingjum innar í fjarleikan
setur seg fast í minni
ella í gloymskuna
kvirran í nærveruni
hoyri síggi
tínar tankar
tíni orð
óteljandi
sum sandurin við sævarflóð
blóðreyð stríðshuga fótaspor
slóðin geisar víða
kærleiksbirtan ljómar
valdsharra fótaspor
lívsleiðin fyri hesum
hatur og myrkur
rættvísisins fótaspor
hvørja í grammleikanum
blákøld fótaspor
sorg, pína, ótti, angist
hvørva í fjarleikanum
lívsins kærleikans fótaspor
ongantíð hvørva
ótømandi kelduvað