Lívshættisligt slag av salmonella

Myndin oman fyri vísir eitt stórt útbrot av salmonellabakterium, sum elvdi til, at 21 fólk gjørdust sjúk og at umleið 360.000 kilo av búffum vórðu afturkallað í USA í august í 2009.

Nú er ein nýtt slag av deyðiligari salmonella funnið í Afrika, og kanningar vísa, at bakterian kann fylgja í kjalarvatninum á farsóttum sum HIV og malaria.

Millum 40 og 50 miljónir fólk kring heimin eru smittað við HIV, harav 60% av hesum eru í Afrika og sunnan fyri Sahara. Ein triðingur av teimum, sum doyggja av Aids, eru eisini sunnan fyri Sahara.

Hvør ár doyggja millum ein og tríggjar miljónir fólk av malaria, flestu eru børn undir fimm ár. 90% av teimum, sum verða smittað við malaria á hvørjum ári, búgva í Afrika. Har er malaria næstan líka so vanligt sum krímsjúka.

Tey flestu, sum fáa salmonella, fáa hesa bakteriu, tí tey ótu vánaligan mat. Í Afrika hvørvur bakterian inn í blóðið á fólki, sum hava lítið mótstøðuføri. Hetta elvir til eina støðu, sum verður rópt "non-typhoidal" ella "ints", sum kann gera av við umleið 45% av teimum, sum verða rakt.

Sambært New Scientist, finnast fleiri hundrað sløg av salmonella, men hetta slagið, sum kanningar nú eru gjørdar av, kann vera lívshættisligt. Tey, sum doyggja av hesum, eru ofta børn við lítlum mótstøðuføri orsakað av malaria ella undirerneringi, men tað eru eisini HIV-sjúklingar, sum kunnu líða undir hesi vanlagnu.

- Slagið av salmonella, sum New Scientist umrøður, kann smitta frá einum persóni til annan.