Útróður
Miðvági:
Tað sleppur bara ein til kranan í senn, so hinir verða allir noyddir at liggja og bíða eftir landingartørni. Tað fær vágna at líkjast einum jólatræi við øllum hesum hvítu og litaðu ljósunum.
Ein hvítur bátur kemur inn móti bryggjuni, beint sum ein annar er leysur. Hesin, sum leggur at, hevur fingið eini 1.000 pund ella so, halda teir, sum spentir standa og hyggja at í kuldanum. Ílatnir termodraktir og við hundunum djúpt í lummunum fyri ikki at lofna.
Maðurin í bátinum fær krókar loraðar niður á dekkið og høggur í annan kassan, har stendur. Kassin verður hivaður upp á bryggjuna og holvdur í ein størri kassa, har stendur. Ein oljuklæddur drongur krøkir íaftur, og kassin verður settur niður aftur á dekkið.
Menn ganga á bryggjuni. Tosa um, hvussu verið hevur í dag. Hvussu nógvir bátanrir munnu vera, og hvør hasin, sum lá har úti nummar trý í bíðirøðini, mundi vera.
?Fremmandur bátur halda teir. Hava ikki sæð hann fyrr.
Jú, hann er suðringur, vísir tað seg, tá hann leggur at. Vágbingar, sum komnir eru higar vestur at avreiða. Hava stóran bát við dekki, so teir fáa helst búð umborð nakrar dagar.
?Bíða eitt sindur, rópar kassamaðurin á kranamannin, tá hesin er í so bráður at stoyta úr. Her eru rogn í kassanum, og tú kroysti tey.
So fær drongurin í oljuklæðunum hendur á rognaposan og dregur hann undan kassanum, sum hongur í krananum, og leggur hann á bryggjuna, til liðugt er at stoyta fisk í stóra kassan. Tá sleppa rognini aftur upp í kassan at liggja.
Eitt skip liggur nú knappliga millum bátarnar og vil sleppa at leggja upp. Onkur ivast í at kenna, men heldur so kortini, at hann er neyvan hiðani. Men hann er merktur VA kortini, tosa teir.
Jú, veit onkur annar at siga, Tað er hann, men er nústaðni keyptur vestur. Kemur av Eiði. Teir hava keypt hann at skaffa Westfreezer fiskidagar
frá, vita teir at siga.
Hvat hann mundi kosta? Nei spyr ikki. Havi einki hoyrt.
Ein eldri maður í grønari ulpu og við húgvu á høvdinum kemur eftir bryggjukantinum. Jú hann hevur hoyrt okkurt.
?Mundi tað ikki vera einar.... sigur hann og nevnir eitt tal. Ella var tað kanska meiriii? Eg havi hoyrt onkran siga eina hundrað túsund afturat.
Nei, hann veit einkiiiiii. Ikki vist soleiðsniiii. Men tað man fara at frættast.
Kassarúgvan á bryggjuni veksur. Teir skulu til Sørvágs, har vigað verður og skilt, aðrenn selt verður á uppboðssøluni.
Síðan fer nakað helst til saltfiskavirkið í Sørvági, meðan Evald fer at koyra restina upp i Strandferðslubilin og skunda sær á Oyrargjógv at sleppa við Ternuni um Vestmannasund til eitthvørt virki, sum keypt hevur.
Og tey, sum koma til gongu umbnorð, fara skeldandi inn eftir dekkinum móti salonghurðini, tí tað rennur úr bingjuni hjá Evaldi. Og tað luktar.










