ST-krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia dømdi í dag bosniskaserbiska generalin Zdravko Tilimor sekan í fólkadrápi í sambandi við hópdrápið í Screbrenica um summarið í 1995. Aftaná kunngjørdi dómarin Christoph Flugge, at revsingin var lívlangt fongsul.
Tolimir varð millum annað ákærdur fyri sín lut í hópdrápinum í Screbrenica sum ein av teimum sjey næstovastunum hjá bosnisaserbiska herleiðaranum Ratko Mladic í árunum frá 1992 til 1995.
Rættarmálið ímóti tí nú 64 ára gamla Zdravko Tolimir byrjaðií í Haag í februar í 2010, og hann helt alla tíðina uppá, at hann var ósekur. Men í dag bleiv hann dømdur lívlangt fongsul fyri fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini.