Lívið skal livast her og nú

Nýggjár: Eg haldi, at eg hevði broytt meg ov nógv, um eg skifti lívsførslu, sigur Andras Sólstein, savnsvørður og rithøvundur

Vit hava spurt Andras Sólstein, savnsvørð og rithøvund, nakrar spurningar um ársskiftið.

Hvussu hevur 2016 verið fyri teg?
- Árið í ár hevur verið avbera gott, tað hava tey flestu árini eg havi livað. Eg fegnist um, at míni nærmastu hava góða heilsu, og at tað gongst teimum væl. 


Hvør var besta upplivingin í 2016?
- Ein ferð til Edinburgh á páskum við hornorkestrinum stendur frammarlaga yvir góðar upplivingar, fótbóltsárið hjá KÍ, serliga steypafinalan, dysturin og alt hóvastákið bæði áðrenn og aftaná dystin. Og so hevur bókaútgáva verið á skránni.

Hvør var keðiligasta uppliving í 2016?
- Nú eri eg soleiðis samanskrúvaður, at eg samli ikki uppá keðiligar upplivingar, eg gloymi tær skjótt, Freddie Mercury syngur í einum sangi til John Lennon um lívið “Sleeping is my leisure, Waking up in a minefield, Dream is just a pleasure dome, Love is a roulette wheel - life is real”, og endar við orðunum “Life is cruel, life is a bitch, Life is real - so real”. Lívið hevur nógvar avbjóðingar, men tað er veruligt og skal livast her og nú -soleiðis er tað eisini hjá mær.

Hvat hevur tú sett tær fyri 2017?
- Eg havi næstan altíð ætlanir um broytingar, liva sunnari, eta sunnari, flyta meg meira, siga meira nei, men detti sum oftast afturá gamlar vanar. Eg haldi, at eg hevði broytt meg ov nógv, um eg skifti lívs