Lívið í heimsins nalva

Tey flestu hava ivaleyst terpað og útgrein­að proseduruna í svarta skúl­an­um í “Det forsømte forår” hjá dananum Hans Scherfig og tað man tí ikki koma óvart á nakran, at høvuðspersónurin at enda í desperatión drepur ónda, gamla latínlærara sín fyri at spara komandi ættarlið fyri avoldaða hugburð hansara. Seinastu tredivu-fjøruti árini hevur hesin skúlahugburður broytt seg nógv á okkaru oyggjum eins og í londunum kring okkum, har pedagogikkur og næmingaávirkan eru komin í hásæti. Soleiðis er tó ikki allastaðni í heiminum

Hetta er triðji partur úr ferðafrágreiðingini.

 

“Skúlatíðin er besta tíðin í lív­inum.” Henda setning hava tey flestu skúlatroyttu ungu ivaleyst hoyrt eitt ótal av ferðum frá eldri fólki, ið hava gloymt nógvu strævnu skúlatímarnar. Ikki júst mest hugaligi setningurin at hoyra, tá ið man er við at kvalast í stressandi skúlatingum. Tá ið studentahúgvan endiliga situr á høvdinum og strævnir alisfrøðitímar langt síðani eru vorðnir fjar minni, byrjar man tó aftur at kunna seta prís upp á tað heila, upp á øll tey góðu minnini. Tað var jú ofta synd í neyðars lærararunum, tá ið eingin gjørdi skúlating, næmingarnir lógu og svóvu við høvdinum á borðunum, ”engagement” bert var eitt fyribrigdi og eingin orkaði at taka notatir í tímanum. Sjálv kundi eg næstan ikki taka meg saman at lesa míni studentakort í fjør, tí eg bleiv nakað illa fyri við tankanum um, tí skúlating næstan uttan íhald regnaðu niður yvir ein. Viðhvørt hevur man tørv á at uppliva okkurt heilt nýtt og øðrvísi.

Eftir at hava arbeitt sum sjálv­­boðin og fjakkað runt í Suð­ur­am­er­ika í tveir mánaðir, er tíðin nú kom­­in til, at eg fari í skúla aftur. Hesu ferð tó hinu­megin borðið. Hesu ferð í søguliga høvuðsstaði Suð­uramerikas og hesu ferð á sponskum.

 

Urubamba, Peru, mána­­dagur 16. mars 2009

- Vælkomin, sigur indiánski rektarin og rættir hondina fram. Eg hyggi bilsin rundan um meg; tey tíggju foreldrini í bíðihølinum hava ivaleyst sitið leingi og bíða. Men hóast eg júst eri komin inn um dyrnar, velur rektarin meg burtur úr mongdini og biður meg koma inn á skrivstovu sína. Eg hyggi umberandi kring meg, men eingin sýnist at hugsa nærri um, hví rektarin biður meg koma inn fyrst. Gamli klassamunurin hvít/myrk livir framvegis í øllum góðum her í Peru.

- Hetta er nýggi ensktlærarin hjá okkum, sigur hann smílandi við skrivstovudamu sína, áðrenn hann aftur vendir sær ímóti mær. – Ja, vælkomin til Chinchero; hetta er so Inka Tupaq Yupanqui, sigur hann. Eg spyrji meg sjálva, um eg nakrantíð fari at kunna úttala ella minnast hetta navn.

Hóast eg ikki kom til nýggju familju mína her í heilaga dalinum hjá inkarunum fyrr enn seint í gjárkvøldið eftir ein 13 tímar langan busstúr, skal eg nú, minni enn eitt hálvt døgn seinni, hitta allar peruansku næmingar mínar fyri fyrsti ferð. Tann fyrsta myndin hjá næmingunum av læraranum er altavgerandi, havi eg sjálv lært frá 13 skúlaárum mínum. So eg finni størsta smílið fram og eina so markanta peruanska accent sum møguligt. Áðrenn eg veit av, havi eg longu heilsa upp á 250 av nýggju næmingum mínum, har stórt sæð øll nøvnini vóru ómøgulig at úttala, hvørt verri enn annað. Eftir hendan mín fysta dag í skúlanum er einki annað at gera enn at skunda sær heim at finna bøkur og gera undirvísingartilfar til í morgin...

 

Mánadagur 23. mars 2009

“Buenos días, profesora, pro­fesora buenos días.” So varð aftur mánamorgun.

Tað kennst sum, at eg, tá ið eg fór yvir um landamarkið til Peru, eisini fór 50 ár aftur í tíðina, aftur til eina tíð, har børnini ikki gera uppreistur ímóti teimum vaksnu autoritetunum, sum heima. Týdningarmiklastu eginleikarnir hjá børnunum eru her lýdni og undirbrotligheit. Hvør vika her á Inka Tupaq Yuanpanqui byrjar á ein heilt ávísan hátt. - Nei, eg dugi framvegis ikki at úttala hetta navn, so tað er rættiliga pínligt, hvørja ferð fólk spyrja, hvar eg arbeiði. Nú, klokkan er við at nærkast átta, rópar ein strangur militerlíknandi lærari hart: “Silencio! Silencio! Atención! Por favor, atención!” Framman fyri honum standa troyttu skúlabørnini í snórabeinum røðum í myrkareyðum skúlauniformum. Klassavíst skulu tey øll stilla soleiðis upp hvønn morgun, hvør flokkur hevur sína røð, meðan nakrir serliga útvaldir næmingar við stavum ganga runt og sláa teir næmingarnar, ið ikki gera, sum sagt verður. Eftir at hava biðið faðirvár saman og sungið tjóðskaparsang Perus við tí eini hondini á bróstkassanum, tekur rektaran orðið. Tað er hansara uppgáva at bjóða nýggju vikuni vælkomna. Ímeðan hetta hendir, hoyrast rópini til nógv av børnunum, ið royna at sníkja seg inn gjøgnum stóra skúlaportrið, frá militanta læraranum av og á,: “Atención! Corremos! Chicos, corremos ahora!”. Skúladagurin er byrjaður.

Saman við 26-ára gamla Am­ér­ico starvist eg sum undir­vísari fyri sjey ymiskar flokkar á skúlanum: 1.e, 3.a og allir 2. flokkarnir - børn­ini eru bert nøkur fá ár yngri enn eg, millum 12 og 16 ár.

Skrivstovan hevur enn ikki skri­vað allar næmingarnar inn og tískil vilja tey heldur ikki útflýggja bøkur til næmingarnar ella lær­ar­arnar enn. Tríggjar vikur eru longu farnar av skúlaárinum, men tað tykist eins og, at eg eri tann einasti persónurin, ið hugsar um, at vit enn ikki hava fingið nakað undirvísingartilfar. – Ja, øll hini eru jú fødd og uppvaksin í Peru, so tey eru von við tempo’ið her. Ístaðin brúki eg nógva tíð upp á at gera undirvísingartilfar mítt á sponskum sjálv, meðan Américo skrivar nýggjar enskar sangir, sum vit kunnu nýta í undirvísingini. Américo er júst liðugur sum lærari. Hann er sannførdur um, at man lærir best, um man sjálvur luttekur í undirvísingini og hugsar hervið øðrvísi enn meginparturin av hinum lærarunum. Í hansara tímum rópar man seg ikki hásan, soleiðis sum gamli lærarin í flokksstovuni við síðuna av ger hvønn dag.

Umleið 70% av íbúgvunum í Heilaga Dalinum hjá inkar­un­um hava quechua sum móð­u­r­mál, spanskt sum fyrsta fremm­anda­mál og tí verður enskt annað fremmandamál teirra. Ikki er tað so løgið, at nógv hava ringt við at skilja ensku úttaluna og ensku mállærureglarnar, tí tímatalið í enskum er sera lítið; tey hava bert ein enskttíma um vikuna, meðan tey hava fak sum rokning heili tríggjar ferðir.

Næmingarnir í skúlanum eru rættiliga engageraði; tey liggja í mentaliteti langt frá teimum smásløvu føroysku næmingunum, ið kenna seg vís í, at skúlin bert er uppfunnin fyri at revsa tey. Langt frá PISA-kanningum, har man meinar, at ringu úrslitini í stóran mun stava frá sløva næmingahugburðinum.

Heima í Føroyum er tað langt síðani vorðið ómodernað at siga “tygum” við ein lærara ella at brúka eftirnavn hansara. Eg royni framvegis at venja meg við at verða rópt “profesora” – eg vil jú satt at siga helst hava, at tey bara rópa meg “Ani” (eingin her í Suðuramerika dugir at siga “Annika”, oftast endar tað sum “Amnita” ella okkurt líknandi). Tá ið eg royni at tosa sum vinir við børnini, svara tey fólkaliga aftur og hyggja burtur. Tað er ikki vanligt, at ein lærari vil tosa við tey, sum man er á sama støði. At lærarar og næmingar kunnu hava eitt forhold, ið byggir á annað enn lýdni og disiplin er heilt óhoyrt; tað kemur ikki fyri. Vil man broyta hetta, noyðist man eisini sjálvur at gera ein innsats. Eg ætli mær tí treisk halda áfram við at hava spanskt “smalltalk” við næmingarnar; summi teirra eru jú bert nakrir mánaðir yngri enn eg – summi enntá kanska eldri!

Tíðin flýgur avstað, tá ið man hevur tað stuttligt; soleiðis er skúladagurin av, áðrenn eg havi nátt at hyggja eftir klokkuni eina ferð. Á veg út gjøgnum ta sokallaðu hurðina (her kalla tey tað eina hurð, sum í veru­leik­anum bert eitt træpetti á nøkrum hongslum), verði eg sum vanligt steðgað av tveimum gent­um við stórum smílum á varr­unum. „Profesora, por favor, como se dice mesa en inglés?“, „Profesora, por favor, como se dice cuaderno en inglés“, „Pro­fesora...“. Eydnan her er eyka skúlating.

 

Fríggjadagur 3. apríl 2009

Hasta entonces, í dag var seinasti skúladagur mín í Chinchero. Tað varð rættiliga syrgiligt, syrgiligt at skula fara frá øllum hesum næmingunum, sum eg nú havi kent í ein mánaða.

Mikudagin hevði eg royndir við tveimum av annaðársflokkunum og seinastu tríggjar dagarnar havi eg brúkt stórt sæð hvørt sekund upp á at rætta 80 skrivligar upp­gávur hjá næmingunum til síðstu royndirnar. Úrslitið var tíverri ikki serliga gott. Eg hevði annars roynt at stuðla teimum í nógvar mátar - eg royndi at gera royndina nógv lættari enn vanligt, gav teimum nógv fleiri stig fyri hvønn spurning man eigur og hjálpti teimum á ymiskan hátt til sjálva royndina. Men hóast hetta endaði besti flokkur mín við einum miðaltali upp á 34/89, har man skal hava 43/89 fyri ikki at dumpa...

Eg veit væl, at tað ikki er mín feilur, men at orsøkin sjálvandi er, at peruanska undirvísingin ikki er serliga góð. Tað er tó ringt ikki at verða eitt sindur syrgin, tá ið man noyðist at brúka 20 minuttir upp á at rætta hvørja uppgávu eftir royndina, tí man má sita og fylla allar blonku linjurnar út. Tíbetur eri eg ikki tann einasta, sum hevur roynt ð hetta. Sophia úr Svøríki, sum starvast á skúlanum, hevur havt enn verri royndir. Næmingar hennara fingu umleið 10/89 í miðal. Veruligi trupulleikin er, at peruanski næmingarnir als ikki eru vón við, at man stillar krøv til teir. Í endanum av skúlaárinum hava tey eina einkulta, men stóra próvtøku í øllum fakunum, har tey vera roynd í øllum fakum; hinir tíggju mánaðirnir sita teir heilt passivir í skúlastovunum og kopiera tað niður, lærarin skrivar á talvuna. Eitt annað løgið er, at einki hendur, um næmingarnir ikki klára seg serliga væl, eingin ger sær far um hetta. Eg veit jú væl alt hetta, men tað er ein løgin kensla at sita við, tá ið miðal í einum flokki er ein álvarsligur dumpikarakterur. Eitt slag av vónbroti.

At skula vera tann keðiligi og súri lærarin er ikki ser­liga hugaligt á seinasta arbeiðsdegnum her.

Hinvegin er man noyddur at greiða næmingunum frá, hvat eitt vánaligt royndarúrslit kann hava við sær.

Hóast Peru er nógv betur fyri enn nábúgvalandið Bolivia, liva heili 54% í ekstrem­um fátækra­dømi her og megin­part­urin av skúlabørnunum koma eisini úr sera fátøkum heimum, har for­eldrini hava úr at gera við at fáa endarnir at røkka saman. Sum tað var hjá okkum í gomlum døgum, er tað týdningarmikið her at eiga nógv børn, so man hevur onkran at hjálpa sær við arbeiðinum heima við hús og á markini. Børnini hava lært, at enskt er sera umráðandi at læra, um man vil klára seg her og “verða til okkurt”, koma víðari enn eldru ættarliðini. Um Cusco ikki er mest turistaði býurin í heiminum, má hann vera í topp fimm. Tað kennist tó sum, at stýrið í Peru ikki hevur skilt hetta; fáu enskttímarnar og vánaligu lærararnar gera, at støðið ongantíð verður serliga nógv hægri enn tað mest basala “Hello, how are you?”. Fáir lærarar duga at læra frá sær og teir flestu hava ein sera autoriteran frálærustíl; pedagogikk ganga teir ikki høgt upp í. Broytingar tykjast tó at vera fyri framman í Peru; nýggj og nýmótans hugskot verða umrødd og alheimsgerðin hevur eisini havt við sær, at alsamt fleiri eru byrjaði at seta spurnartekin við gamla frálæruháttin.

Tá ið eg hyggi aftur á seinastu vikurnar her í Chinchero, ivist eg tó ikki í, at seinasti dagurin her eisini hevur verið besti dagurin. Fyri fyrstu ferð hevði eg uppmerksumheitina hjá øllum næmingunum, fyri fyrstu ferð sýntust tey at skilja týdningin av at læra. At sleppa teimum nú, ið alt endiliga byrjar at ganga eftir ætlanini, er ikki serliga lætt. Eg vil allarhelst verða verandi her og læra næmingarnar nakað týdningarmikið og nýtiligt, okkurt, sum kann nútímansgera gamla ríkið hjá inkarunum.

Áðrenn spaniararnir hertóku Suðuramerika, strekti inkararíkið seg frá mittasta partinum av Kili, upp gjøgnum Bolivia og Peru, norðara partinum av Argentina og til Ekvador og Kolumbia. Høvdu inkairnir sæð, hvørjum standi heilagi dalur teirra er í nú, so langt aftan fyri tað, sum rørir seg í nýmótans londunum, høvdu maktfullu mennirnir sikkurt vent sær í grøvum teirra. Í hesum stóra ríki var Cusco eygnasteinurin, “heimsins nalvi”. Kanska er tað ikki ov seint at finna aftur hendan stórleika?

 

Fakta

18. januar fór eg fyri fyrstu ferð í lívinum við einum flog­fari einsamøll við Buenos Aires, høvuðsstaður Argentina, sum destinatión. Suðuramerika hevur í mínum hugaheimi ongantíð tykst serliga áhugavert. Tað er staðið, har øll hini longu hava verið – og man tímir sjálvandi ikki at gera sum “øll hini”. Tá ið eg í desember endaði mítt arbeiði sum sjálvboðin á høvuðsskrivstovuni hjá hjálparfelagsskapinum Operatión Dagsverk (”OD”), í Keypmannahavn eftir fimm mánaðir, fekk eg hug at royna meg innan nakað heilt nýtt og øðrvísi. Eitt kvøldið fekk eg knappliga eitt hugskot um at fara til Peru og ein mánaða seinni var eg á veg til eitt heilt nýtt lív í Suðuramerika. Ætlanin var at ferðast runt i Argentina, Kili, Bolivia og Peru og arbeiða sum sjálvboðin ensktlærari í ávíkavíst Cór­doba, Argentina, í ein mánaða og í Cuzco, Peru, í ein mánaða.

Eftir tríggjar mánaðir í spanska partinum av Amerika, fer leiðin aftur norður. Áðrenn heimferðina leggi eg leiðina umvegis enska partin av Amerika, New York, har eg skal halda 20-ára føðingardag mín á arbeiðaradegnum 1. mai saman við trimum OD-vinkonum.