Lívdin fær størri høli

Samkoma: Í farnu viku skrivaðu samkoman Lívdin og fyritøkan Balslev undir eina leiguavtalu um bygningin á Brekku 3 í Hoyvík.

Í nýggju hølunum, sum eru um 250 fermetrar til støddar, ætlar samkoman at hava ein part av víttfevnda virksemi sínum mitt í viku, m.a. tiltøk fyri tey ungu og tónleikavenjingar.
Hetta eru í roynd og veru somu hølir sum fríkirkjan Oasan helt til í, inntil tey flutt í nýggja bygning teirra fyri stuttum.
Hóast samkoman nú hevur leigað seg inn í henda bygningin, so verða møtini sunnudag framvegis hildin í Hoyvíkar skúla.