Lív skal fáast aftur í Mentanarhúsið

Fuglafjarðar kommunu søkir eftir leiðara til Mentanarhúsið, og húsið skal eisini hava onnur starvsfólk, sum saman við leiðaranum skulu fáa virksemi í húsinum í trygga legu

Mentanarhúsið í Fuglafirði var komið í fíggjarligt óføri, men kommunan helt tað vera vert at varðveita húsið, og tí yvirtók Fuglafjarðar kommunu húsið fyri 2,3 mió. krónur í skuld. Tað hendi 15. desember í fjør.
Kommunan hevur kannað, hvør leistur er bestur at brúka til at reka húsið, og niðurstøðan var, at húsið skal rekast sum kommunalur stovnur.
Nú verður søkt eftir leiðara til húsið, og kommunustýrið vónar at fáa sett starvið 1. mai ella so skjótt til ber.
Leiðarin fær nógv at gera. Hann ella hon skal leggja skránna yvir tiltøk í húsinum, áseta prísir, leggja fíggjarætlan, gera tilmæli um at seta starvsfólk, kunna mentamálanevndina og haraftat hava samskifti við ein hugskotsbólk, sum setast skal.
Býráðið fer at seta ein hugskotsbólk við einum umboði fyri tónleik og list, einum omboði fyri kreativa list, einum umboði fyri ungdóm, einum fyri sjónum og einum umboði fyri eldru borgararnar.
Reglugerðin fyri Mentanarhúsið varð samtykt á býráðsfundi 28. februar.
Tað verður upp til leiðaran at leggja skránni, men sambært reglugerðini liggja nøkur tiltøk føst. Føstulávintshald og dansur ella stórt dnsitiltak skal vera. I mai vrður barna- ella ungdómssjónleikur og mentanarvika í juni. Á varmakeldu kunnu vra tiltøk, sum hoyra stevnuni til. Har verða mentanarlig summartiltøk, sjónleikur í november, tiltøk í jólamánaðinum, dansur annað jólakvøld og nýggjársaftan.
Býráðið fekk eina óvilda teknistovu at gra eina kostnaðarmeting av neyðugum ábótum. 2,3 mió. krónur segði metingin.
Mett verður, at húsið fer at kosta 1.060 mió. krónur at reka, men møguleikar verða fyri leigutinntøkum.