Lív ræðist at hanga føst

Listakvinnan Lív, ættað úr Oynd­arfirði og sum stóran part av sínum vaksna lívi hev­ur búð í Esbjerg, kann ikki rættuliga verða fongd við pátrúgv, tí fríggjadagin tann 13. apríl letur hon stóra fram­sýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Og meðan hon ikki er bang­in fyri at byrja ein fríggj­a­dag og heldur ikki um hes­in er trettandi dag­ur í mán­að­inum, óttast hon verri enn hin versta, at hanga føst í formi í síni list. Hon flytur seg støðugt og máln­ingarnir hesaferð eru ikki teir somu, sum hon vísti fram seinast hon var í Før­oyum.

– Eg trúgvi ikki, at eg kann mála sama málning um­aftur. Teir hava allir sítt egna lív, sigur Lív.

– Og hvat eru málningar, Tað eru litir, sum eg royni at fáa at hanga saman og máln­ing­ar­nir flyta seg meira og meira abstrakta veg­in og nú er næstan einki lands­lag eftir. Málningarnir eru tað eg kenni aftur innan í mær sjálvum og meira er ikki at siga um tað.

Hesaferð sýnir hon 30 máln­ing­ar og 20 vatn­lits­mynd­ir. Fram­sýn­ing­in letur tó ikki upp klokk­an 13. , men klokk­an 16 og Marin Katrina Frý­dal, bý­ráðs­kvinna let­ur fram­sýn­ing­ina upp. Høvi verður at leska góm­an við kaffi og køkum. Fram­sýn­ing­in er opin í eina viku.