Leygarkvøldið var fyrsta undanumfari í kappingini um at gerast ársins songrødd. Kappingin var á Kambsdali, og sjey luttakarar vóru. Upprunaliga var fullteknað, men nakrir luttakarar bóru seg undan í seinastu løtu orsaka av sjúku og nervum.
Nærum 500 fólk vóru til tiltakið, og fyrireikararnir siga, at kappingin gekk avbera væl. Tá ið avtornaði vóru tað tær báðar, Lív Næss og Nikolina Midjord úr Fuglafirði, sum vunnu við gamla slagarinum Hotel California hjá bólkinum Eagles. Nummar tvey gjørdist Ólavur Larsen, eisini úr Fuglafirði, og hon sang Feel hjá enska croonarinum Robbie Williams.