Vinir og kenningar hjá Lív Dam eru so heppin, at hava fingið onkra av hennara dukkum sum gávu, meðan vit onnur fyrstu ferð sluppu at kaga inn í óvanliga livandi dukkuheimin hjá Lív, tá framsýningin hjá Gluggaglæmu lat upp herfyri.
- Eg kenni jú øgiliga nógv fólk frá tónleikinum og frá mínum arbeiði, men næstan ongin veit av, at eg eisini havi fingist við at gera dukkur í nógv ár. Eg haldi, at tað er felags fyri nógv, sum fáast við okkurt handverk, at onnur als ikki vita av tí. Tí hevur tað eisini verið sera áhugavert at hoyra reaktiónirnar hjá teimum vitjandi og fáa íblástur frá hinum luttakararnum, sigur Lív Dam, sum var við á Gluggaglæmu fyri fyrstu ferð í ár
Lummar fullar av steinum
Dukkurnar hjá Lív hava allar sína heilt egnu persónligheit. Onkur hoyggjar, aðrar spæla gittar, meðan ein onnur er á veg til útróðrar. Og sum í einum røttum livandi dukkuheimi eru summar í góðum lag, meðan onkur sær nakað misøgd út.
- Tað veldst um. Konan við rívuni er so glað, tí tey eru júst liðug at hoyggja. Trøllið, sum eg gjørdi í Müllers Pakkhúsið, byrjaði at smílast, tí dáman, eg hevði bás saman við, allatíðna var í so góðum lag og fortaldi sovorði hugaligt og stuttligt, flennir Lív.
Tað er týðiligt, at dukkurnar ella verurnar hjá Lív verða til í hondunum á henni, meðan hon skapar tær. Ongin av teimum er planløgd frammanundan, hóast hugskotini til tær koma allastaðni frá og allatíðina. Tað ræður um at hava eyguni við sær. So finnur tú allatíðina okkurt, sum kann brúkast, sigur Lív.
Ein av lutunum hjá Lív, sum vakti serligan ans á framsýningini, vóru røkurnar við fuglum. Hesar evnar Lív úr rekaviði, sum hon ger til røkur við fuglaholum í. Hugskotið fekk hon, einaferð hon fann eitt avlangt petti av gomlum asfalti við ymsum gráhvítum litum, sum líktust fuglaskvetti.
- Náttúran er full av ymsum, sum kann fáa sítt heilt egna lív, um tú hevur eygað fyri tí. Nú ein dagin fann eg eitt petti av eini rót, sum var sum skapt til ein hest, ið leypur upp frá. Eitt sindur av hári, sum ein vinkona hevði klipt av hundinum, bleiv til faks og so var bara eftir at seta tvey eygu í, greiðir Lív frá, sum eitt av eini ørgrynnu av dømum um, hvussu hon fær síni hugskot.
- Eg finni okkurt allastaðni, men eg eri serliga hervilig, tá eg ferðist, tí tá finni eg jú ofta sovorði, sum ikki er at síggja í Føroyum. So eg eri ikki serliga populer at ferðast saman við, tá allar taskur og lummar eru á tremur við steinum og træsprekum, sum eg sjálvandi bara má hava heim við.
Fær ikki latið vera
Andlit, hendur, føtur, tungu og tenn á dukkunum evnar Lív til úr cernitti. Við síni útbúgving sum mensendiecklærari hevur Lív gott innlit í kropsbygnað, og hetta er avgjørt ein fyrimunur, sum hon fær brúkt.
- Eg veit, hvussu liðirnir boyggjast og hvar rukkur og æðrar síggjast meir og minni. Tað hjálpir væl, tá tú skalt fáa dukkuna at síggja livandi út, sigur Lív, sum heldur ikki aftrar seg við at royna at fáa sínar dukkur at líkjast ávísum fólkum.
- Eg havi givið onkra dukku í føðingardagsgávu, sum var eitt slag av portrett av honum, sum fekk hana. Tað tekur langa tíð, men tað er stuttlig at royna, sigur Lív.
Sjálv hevur Lív ikki gjørt nakað fyri at gera vart við seg sum dukkumakara ella við fáa dukkurnar sýndar fram. Eitt undantók er tó, tá hon á sinni gjørdi Gísmund í barnaútvarpinum.
- Eg hoyrdi eina sending, har vertirnir nevndu, at tað kundi verið stuttligt at átt Gísmund sum dukku. So eg ringdi til tær og bjóðaði meg fram. Tær høvdu eina plakat av honum, og so var bara hjá mær at fara í gongd. So vítt eg veit, situr hann nú í einum sýnisglugga uppi í Útvarpinum, sigur Lív.
Enn hevur Lív ongar ætlanir um at hópframeiða dukkurnar til sølu, men heldur at tær kanska kundu verðið eitt fittligt ískoyti, tá hon einaferð verður penjónist. At hon fer at halda á við hesum, ivast hon als ikki í.
- So seint sum í dag havi eg gingið niðri í fjøruni og leitað eftir onkrum rekapettum. Eg fái stutt sagt ikki latið vera, smílist Lív.










