Lív mítt er eitt undur

Kristni iranin, sum Miðflokkurin hevði boðið til Føroya í sambandi við landsfundin hjá flokkinum, helt ein áhugaverdan og eisini sera skemtiligan fyrilestur um lív sítt sum fyrrverandi muslimur, ið gjørdist kristin

Massoud Fouroozandeh gjørdist kendur millum føroyingar við bók síni »Den forbudte frelse«. Bókin greiðir frá lívi hansara frá uppvøkstri í Iran til dagin í dag.

Massoud er føddur 20. Apríl 1970.

- Eg var ógvuliga glaður um at vera føddur júst tá, tí hetta er tíðin, tá alt fer at blóma og tað gongur móti ljósari tíðum, segði hann.

Men hendan frøin um at vera føddur júst hendan dagin fánaði burtur, tá hann fann út av, at talan eisini var um føðingardag Hitlers.

Foreldur hansara funnu saman hóast pápin var muslimur og mamman kristin. Hjúnarbandið helt tó ikki, og foreldrini skiltust, tá Massoud var tvey ára gamal. Pápin var tá ein fátækur hýruvognskoyrari, meðan mamma var hárskeri. Seinni arbeiddi pápin upp eina blómandi byggifyritøku, meðan mamman hevði trupult at fáa endarnar at røkka saman.

- Eg skiftist millum at búgva hjá mammu og pápa. Hjá pápa mínum hevði eg alt verðsligt ríkidømi, men hjá mammu hevði eg kærleika, segði Massoud.

Tíggju ára gamal byrjaði kríggið millum Iran og Irak, stutt eftir, at Khomeyni var komin til valdið. Tað gekk sum tað skuldi, men tá Massoud var vorðin 15 ára gamal, var tíðin komin, at teir professionellu hermenninir vóru týndir, og neyðugt var at kalla ungdómar inn í herin.

Júst um ta tíðina hevði Massoud Fouroozandeh brotið vinstra bein, og hann slapp tí undan í fyrsta umfari at fara í herin. Mamman vildi hava hann at rýma av landinum, og rindaði hon nógvan pening at fáa hann avstað. Av tí at hann gekk við brotnum beini, útvegaði mamman honum ein sjúkrabil at koyra hann í tryggleikan – helt hon. Tað vísti seg kortini, at talan bert var um ein vanligan vørubil, og komnir til kurdisku fjøllini bleiv Massoud »sleptur upp á fjall« í orðsins sanna týdningi.

 

Lagnan spældi inn

Tað, sum skuldi verið ein koyritúrur upp á nakrar fáa tímar, gjørdist í staðin til stríð og strev í fjøllunum í tíggju dagar. Har mátti hesin 15 ára gamli drongurin stríða seg gjøgnum kurdisku fjøllini á høkjum og við brotnum beini.

Tað eydnaðist honum kortini at koma inn í Turkaland, og haðani skuldi hann so til Eysturberlin við flogfari.

- Tá spældi lagnan inn. Vegna hálku fekk flogfarið inni lent í Eysturberlin, men mátti flúgva til Keypmannahavnar. Har vórðu vit so innkvarterað á einum hotelli til dagin eftir, tá ferðin skuldi halda fram til Berlin, segði Massoud.

Men komin til Danmarkar ætlaði iranin sær ikki víðari, men fór at leita systir sína upp. Hon búði í Korsør, men tað dugdi hann ikki at úttala, so hann fór á jarnbreytarstøðina og bað um ferðaseðil til gøtuna, har systurin búði. Kvinnan handan rútin gjørdi sær stóran ómak at hjálpa honum, og til endans funnu tey fram til, at hann skuldi til Korsør.

Komin til Korsør fór hann upp í ein buss, men av tí hann bert hevði týskar markar, veittraði bussførarin hann bara inn – og tað helt Massoud vera óført, at danir vóru so blíðir, at teir ikki vildu hava pengar frá honum.

Í bussinum kom hann í samband við eina eldri kvinnu, og hon heilsaði honum á farsimáli. Og tað var enn eitt undur, helt hann, tí ikki bert vóru danir blíðir, teir tosaðu sanniliga eisini farsi.

Tað vísti seg, at hendan kvinnan undirvísti útlendingum í donskum, og at systir Massoud sanniliga gekk í einum flokki, sum hon undirvísti. Sostatt kundi hendan kvinnan vísa honum á íbúðina, har systir hansara búði.

 

Mamman umvendi hann

Massoud Fouroozandeh gekk so í skúla í Danmark og tók studentsprógv. Seinni setti hann á stovn egna byggifyritøku, og hevði fleiri fólk í arbeiði. Og tað var eisini um hesa tíðina, fyrst í 90-árunum, at hann tók við kristnari trúgv.

- Mamma mín bjóðaði mær einaferð heim til sín til eina veitslu, sum hon nevndi tað. Og tað helt eg ljóðaði væl, men tá eg kom heim til hennara, sótu nøkur fá tændur runt um borðið og drukku te. Ikki júst tað, ið eg metti vera eina veitslu, helt Massoud fyri.

Mamman royndi íðin at fáa sonin at taka við kristnari trúgv og gav honum eina bíbliu at lesa í. Hetta helt Massoud vera fínt, tí ætlanin hjá honum var at finna allar veikleikarnar í bókini og síðani at føra hesar fram fyri mammuni og vinfólkum hennara.

Men ikki gekst sum hann ætlaði, og í staðin fyri at finna veikleikar, fann hann trúnna. Hann hevur frá tí degi verið íðin trúboðari av kristnari trúgv, og hetta fylti so nógv í hansara lívi, at hann gavst sum vinnulívsmaður og vígdi alt sítt lív at boða kristindómin.

Hann hevur seinni lisið teologi og er útbúgvin prestur í dag.

 

Systurin fann honum konu

Mamma Massoud stavar upprunaliga frá Azerbajan, og einaferð systir Massoud, Nancy, nevnist hon, var í landinum og vitjaði familjuna hjá mammuni, vóru telefonboð til hansara frá systrini.

- Eg hugsaði bara, at hon helst vildi lána pengar, men tað vísti seg, at hon vildi hava meg til Azerbajan, tí hon hevði hitt heimsins vakrastu gentu, og nú vildi hon hava mg at giftast við henni, segði Massoud Fouroozandeh.

Tað hevði hann nú ikki hugsað sær, men tá mamman eisini ringdi og vildi hava hann at giftast hesari gentuni helt Massoud, at hann heldur sjálvur mátti fara til Azerbajan at fáa ein enda á hesum málinum.

Hann fór so avstað, men komin til Azerbajan gjørdist hann beinanvegin skotin í hesari vøkru gentuni, og tey giftust stutt eftir og eiga nú tvey børn.

Konan gekk í fyrstani í teirri góðu trúgv, at hann var muslimur. Men tá hon so fann út av, at hann var kristin, bilaði tað kortini einki, og hon tók sjálv við kristnari trúgv.

Í fyrilestrinum greiddi Massoud Fouroozandeh eisini frá, hvussu stórur munur er á, hvussu innflytarar vórðu viðfarnir tá hann kom til Danmarkar í 1985, og til í dag. Hann bleiv tá móttikin við opnum ørmum, meðan lógir og reglar í dag eru nógv strangari.

Massoud Fouroozandeh var ógvuliga skemtiligur í sínum fyrilestri, og láturin rungaði ofta í salinum. Fyrrverandi muslimurin kom til Føroya leygarmorgunin og fór av landinum aftur sunnukvøldið. Hann helt eisini fyrilestrar í Hoyvíkar skúla og í Lívdini, meðan hann var í Føroyum.