Fuglafjørður: Sunnudagin lat Gallarí Riberhús upp í Fuglafirði. Talan er um nýtt tiltak, sum listafólk í Fuglafirði hava tikið stig til.
Ætlanin er at hava framsýningar av ymsum slagi í Riberhúsi, og fyrsta framsýningin er við kenda danska listarmanninum, Palle Kjarulff Schmidt. Hendan framsýningin lat upp sunnudagin og verður at síggja komandi vikurnar.
Gjørdu nógv burturúr
Tað var hátíðardámur í Riberhúsi, tá nýggja gallaríið lat upp sunnudagin. Petur Martin Petersen hugleiddi um Riberhús, formaðurin í mentanarnevndini hjá Fuglafjarða kommunu, John Heri Joensen, helt røðu, og klarinetttónleikur var á skránni.
Yrkjarin, Alexander Kristiansen, læs yrkingar upp, sum hann hevði týtt úr japanskum til høvi. Teamið í fyrstu framsýningin er úr Japan.
Højgaards Handilsvirki eigur Riberhús, og tað er við vælvild frá fyritøkuni, at gallaríið hevur fingið innivist har.
Riberhús varð bygt í 1910 og varð brúkt sum goymsluhús. Navnið fekk húsið av einum hjóldampskipi, sum sigldi vøru av ymsum slagi til Fuglafjarðar.