Lættari hjá føroyingum at sleppa á sjúkrahús í Íslandi

Føroyska-íslendska avtalan um heilsusamstarv hevur við sær, at lækni og sjúklingur nú kunnu velja, antin sjúklingurin skal fáa viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark ella á Landspitalinum í Reykjavík

Hóast nakrir sjúklingar seinastu árini eru sendir til Íslands at fáa viðgerð fyri sjúku, hevur eibki formligt samstarv verið. Neyðugt hevur verið at fáa visitasjónsnevndina í hvørjum einstøkum føri at geva grønt ljós.
Men nú ber til. Hósdagin varð avtalan um føroyskt-íslandskt heilsusamstarv undirskrivað, og haraftat er eisini avtala gjørd millum Landssjúkrahúsið og Landspitalið í Reykjavík um samstarv.
Rammuavtalan varð hósdagin í seinastu viku undirskrivað av íslendska heilsumálaráðharranum Álfheiður Ingadóttir og við Aksel Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.
Henda avtala hevur verið leingi á veg. Í 2007 varð avtala undirskrivað millum londini um samstarv millum londini innan heilsuøkið. Nú er so komið á mál.

Eitt tilboð aftrat
Tað ber bara til at senda sjúklingar úr Føroyum til tey sjúkrahúsini, sum avtala er við. Higartil hevur avtala bara verið við Ríkissjúkrahúsið í Danmark. Tó hava 12 føroyingar higartil í ár verið á Landspitalinum, umframt øll tey, sum ahva verið á privatum viðgerðarstovum, eitt nú fyri at fáa eygnaviðgerð.
- Nú ber líka væl til at senda sjúklingar til Landspitalið sum á Ríkissjúkrahúsið, og læknar og sjúklingar hava fingið ein møguleika aftrat, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður.
Tað verður ein meting í hvørjum einstøkum føri, hvagar sjúklingurin skal sendast. Ein avgerð sum sjúklingurin tekur í samráð við læknan. Mett verður um umstøðurnar, góðskuna, prís, og ikki minst bíðilista. Í fleiri førum er nógv skjótari at sleppa framat at fáa viðgerð á Landspitalinum enn á Ríkissjúkrahúsinum, og summar viðgerðir eru eisini væl bíligari í Íslandi, ikki minst nú íslendska krónan er so lág.
Landspitalið hevur gjørt ein útgreinaðan príslista fyri, hvat hvør viðgerð kostar. Ríkissjúkrahúsið roknar ikki út upp á sama máta, og tí er torført at siga fyri hvørja einstøka viðgerð, hvar hon kostar minni.
Allar viðgerðir, sum kunnu gerast í Føroyum, skulu framvegis gerast her, leggur Aksel Johannesen dent á.

Góð úrslit
Báðir ráðharrarnir vísa á, at Ísland kann vísa á serliga góð úrslit, tá ið tað kemur til viðgerð fyri bróstkrabba, og til tær viðgerðirnar er eingin bíðilisti. Stráluviðgerð hevur Landspitalið kunnað givið í fleiri ár og hava drúgvar royndir í at skreena fyri krabba..
Nógv fólk hava eisini leitað sær til Íslands at fáa viðgerð fyri barnloysi, tí eisini á hesum økinum eru úrslitini góð.

Meira arbeiði
Íslendski ráðharrin hevur ikki greitt svar uppá, hví úrslitini á summum økjum eru nógv betri enn í fleiri øðrum londum. Starvsfólkini eru útbúgvin bæði í Evropa og í USA.
- Vit vilja fegin hava samstarv á so nógvum økjum sum gjørligt. Vit hava eitt gott sjúkrahús og væl útbúgvin starvfólk, sigurÁlfheiður Ingadóttir.
Eftir kreppuna vil Landspitalið gjarna hava meira arbeiði og nýta sjúkahúsið meira.
- Vit bjóða tænastur til Føroyar, Grønlands og Noregs, og tað eru frysta flokstænastur, sum ikki eru dýrar. Starvsfólkini eru í so nógv í mun til arbeiðið á sjúkrahúsinum. Vit hava stórt arbeiðslkoysi, sum ikki má vaksa, eisini á heilsuøkinum, og tí ræður um at útvegan teimum uppgávur, so vit varðveita hesi fólk, sigur íslendski heilsumálaráðharrin.
Á Landspitalinum arbeiða 4.500 fólk, og sjúkrahyúsið hevur sjúklingahotell, sum føroyskir sjúklingar kunnu gista á.
Íslendingar eru somuleiðis áhugaðir í at keypa heilivág úr Føroyum. Tí vitjaði ráðharrin við fylgi eisini Tjaldurs Apotek.
Higartil hevur hetta ikki borið til, tí Tjaldurs Apotek hevur ikki havt neyðugu góðkenningarnar og ei heldur framleiðslutólini til størri framleiðslu. Men nú er alt tað við at koma undir land.
- Tit hava eitt apotek, sum vit kunnu øvunda tykkum. Tí kunnu vit íslendingar læra nógv av, sigur Álfheiður Ingadóttir.