Arbeiðsloysisskipanin er nú farin undir eitt nýtt átak, sum fer at gera tað lættari hjá arbeiðsgevarum at fáa fólk til bráðfeingisstørv.
Talan er um eina vikarskipanin, sum merkir, at tá ið arbeiðsgevarar hava tørv á fólki vegna sjúku, ella teir hava brúk fyri eykahjálp eitt skifti, kunna teir venda sær til arbeiðsloysisskipanina at fáa ALS-vikarar.
Endamálið er, at ALS skal, við stuttum skotbráði, kunna knýta samband ímillum arbeiðsgevaran, ið sóknast eftir arbeiði, og arbeiðsleys, sum leita eftir arbeiði.
Fyri at skipanin skal vera smidlig, skulu arbeiðsleys helst vera til reiðar at fara til arbeiðis innan tveir tímar.
Hinvegin skulu bráðfeingisstørvini vera minst fýra tímar, men hvussu leingi tey vara, er ein samráðingarspurningur.
Størvini, ALS-vikararnir kunnu gera kunnu vera innan handil, goymslu, skrivstova/telefon, vørukoyring, lastbil, barnaansing/eldrarøkt, reingerð, køkshjálp, timburarbeiði, arbeiðsmaður, og mangt annað.
ALS-vikararnir fáa altíð galdandi tímaløn umframt frítíðarløn og aðrar sømdir, sum eru í eini vanligari starvssetan, sigur ALS.