Lítli bollin, sum broytti vesturheimin

Sunnudagin 9. mai hevði p-bollin 50 ára føðingardag. Lítla undrið var leingi ávegis, áðrenn amerikonsku myndugleikarnir í 1960 loyvdu nýtslu av p-bollanum sum fyribyrging. Tað var eitt stórt frambrot í kvinnufrígeringini - og í dag taka yvir 100 milliónir kvinnur kring allan heim p-bollan dagliga

Spurningurin er, um nøkur uppfinning man hava havt so stóra ávirkan á vesturheimin, sum p-bollin hevur havt. Tað, at parlagið ikki longur merkti ein stóran barnaflokk og nógvar munnar at metta, hevur havt alstóran týdning fyri menningina og sosialu gongdina í vesturheiminum.


Barnatalið ein trupulleiki

Kunningin um barnsburð og biologi var lítil og eingin fyrst í farnu øld, tí evnið var strangt tabu. Tískil merkti hjúnarbandið ein riðil av børnum, og serliga kvinnurnar liðu undir hesum, tí tað var strævið at eiga og passa so nógv børn. Kvinnurnar vóru somuleiðis illa kroystar, tí maðurin hevði eftir lógini rætt at stinga í sekkin, um konan ikki vildi gera sína hjúnaðarligu skyldu. Og at standa einsamøll við einum stórum barnaflokki var ógjørligt. Tí var tað nærum ógjørligt at avmarka barnatalið.

Eingin fyribyrging var, og tey vóru fá, ið vóru so ósømilig at taka evnið uppá tungu. Tað var eisini beinleiðis ólógligt, tí lógir vóru, sum bannaðu øllum fyribyrgjandi evnum. Ymsu trúarsamfeløgini høvdu somuleiðis so stórt vald, at sjálvt ikki heilivágsfeløgini hildu seg til at finna eina loysn.

Men tað vóru tó nakrar damur, sum løgdu líka í hvat var lógligt og hvat var sømiligt og sum bardust fyri kvinnusakini. Ein teirra var Margaret Sanger, sum alt sítt lív hevði stríðst fyri at fáa fyribyrging til kvinnurnar. Hon var vorðin 71 ára gomul, tá hon umsíðir fann ein granskara, Gregory Pincus, sum var føðingarlækni og sum vildi átæka sær uppgávuna. Men teimum manglaðu pening, inntil tann tá 78 ára gamla og sera ríka Katherine McCormick játtaði at gjalda. Eitt heilivágsfelag og ein gynækologur, John Rock, komu eisini upp í leikin, og so var grundin undir p-bollanum løgd.


Eingi mótmæli

Tá arbeiðið kom so mikið langt, at tað var klárt at avdúka p-bollan, høvdu tey ímyndað sær risastóra mótstøðu og eitt satt rok. Men tað komu bert fá mótmæli, og ístaðin streymaðu milliónir av kvinnum til læknarnar fyri at fáa hendur á hesi lítlu tablettini við stóra árininum. Bert katólska kirkjan var áhaldin í sínum mótmælum.

Tey allarflestu sóu nú fyrimunirnar av at kunna sleppa undan óynskum børnum uttanfyri hjúnarlag – ella ótalligum barnsburðum innanfyri hjúnarbandið. P-bollin var eisini marknaðarførdur sum ”undrið, ið kann bjarga hjúnarbandinum”. Longu fimm ár eftir, at fyrstu p-pollarnir komu á marknaðin, vóru tað seks milliónir kvinnur í Amerika, sum regluliga tóku p-bollan. Tað sigur eitt sindur um tann ovurhonds stóra tørvin, ið var.


Við ferð kring heimin

P-bollin breiddi seg skjótt um allan heimin, og Týskland var tað fyrsta landið í Evropa, sum longu eitt ár eftir, 1. juni 1961, loyvdi fyribyrging við p-bollum.

Í Danmark vísa tølini, at bert trý ár eftir, at p-bollin kom til Danmarkar, var talið av føddum børnum lækkað við 18.000 árliga. So eingin ivi er um, at ávirkanin í vesturheiminum hevur verið ovurhonds stór.

Tíverri høvdu tey ikki givið sær stundir at kanna hjáárinini nóg væl, og tað vísti seg, at tær fyrstu kvinnurnar gjørdust sjúkar av at taka p-bollan. Har vóru sera nógv hormon í, og tær kvinnurnar sum royndu hann, áðrenn hann kom út á marknaðin, vórðu ikki tiknar fyri fult, tá tær gramdu seg um millum annað høvuðpínu og vaml. Men hetta var bøtt so líðandi, og í dag fáast p-bollar við sera smáum nøgdum av hormunum.

Við fyrsta p-bollanum í Evropa, Anovlar, fingu kvinnurnar 85 milligram av hormonum um mánaðin. Ì dag fáa tær heilt niður í 2,2 milligram um mánaðin.

Hóast p-bollin framvegis er ein av best umtóktu fyribyrgingunum í heiminum, so heldur menningin á, og í dag fáast bæði p-ringar og p-plástur, sum sjálvi lata eina hóskandi nøgd av hormonum út í kroppin ístaðin fyri, at kvinnan skal minnast til at taka eina tablett um dagin.



Faktaboks um P-bollan

* 9. mai í 1960 kunngjørdi amerikanska eftirlitið Food and Drug Administration, at tey fóru at loyva framleiðsluni av p-bollanum, sum tá longu hevði verið latin kvinnum í eini fleiri ára langari royndartíð.

* Kvinnurnar, ið royndu p-bollan, vóru fyri tað mesta úr Puerto Rico. Tað vóru tó eisini nógvar amerikanskar kvinnur, sum royndu hann fyri pínu og óregluliga mánasjúku.

* Tað gekk tó rúm tíð, áðrenn allir statirnir í USA loyvdu p-bollanum, hóast fleiri av øðrum londum í heiminum vóru skjót at taka p-bollan til sín.

* Katolikkarnir vóru ídnastu mótmælarar av p-bollanum.

* P-bollin er helst tað týdningarmesta, sum er hent fyri kvinnusakina.

* P-bollin virkar í høvuðsheitum við at forða eggloysn. Sostatt kunnu eggini ikki gerast gitin. Tað eru eisini aðrar skipanir, t.d., at skuldi eitt egg komið, so fær tað ikki fest seg í lívmóðurina. Harumframt broytist slímið í lívmóðurini, so sáðkyknurnar ikki vinna ígjøgnum tað.

* So skjótt øllum stóð í boði at fáa p-bollar, vaks talið av kvinnum, sum fullførdu universitetsútbúgvingar, markant.

* Kvinnur fingu eisini høvi at koma út á arbeiðsmarknaðin, tí tær ikki skuldu ansa smáum ella ganga við stórum búki stútt og støðugt. Nú bar til at leggja sær barnsburðin til rættis.

* Tá óttin fyri at gerast við barn hvarv, vaks kynsliga fríheitin samsvarandi, og brádliga bar til at hava fleiri og skiftandi makar uttan at binda seg.

* Í dag eru yvir hundrað milliónir av kvinnum kring heimin, sum taka p-bollan dagliga.

* Tær flestu nýta hann av fyribyrgingaráðum, men hann verður framvegis eisini nýttur ímóti pínu og fyri at fáa skil óregluligar mánasjúkur.

* Í dag eru eisini fleiri alternativ - t.d. mini-bollar, p-ringar og p-plástur, ið virka á sama hátt, men sum hava færri hormon.

* P-bollin er góð fyribyrging móti barnsburði, men hann verjir ikki móti kynssjúkum.