Hesar ætlanir vórðu lagdar fram fyri aðalfundin í felagnum týsdagin í hesi vikuni.
Umframt val av nevnd, so varð eisini tosað um ta gomlu dansistovuna í bygdini, sum man treingja til eina kæra hond.
Aðalfundurin samtykti tí eisini, at henda dansistovan, sum felagið eigur, skal setast í upprunaligan stand.
- Vit fara nú at endurreisa hana, soleiðis at hon aftur kann gerast eitt aktiv í bygdini.
- Harvið kann hon eisini gerast ein partur av mentanarlívinum í Mykinesi, sigur forkvinnan í Súluni, Katrina Johannesen.
Í felagnum eru 43 limir. Felagið hevur ikki verið so virkið í longri tíð, men nú er kortini nógv sum bendir á, at okkurt fer at henda í felagnum í framtíðini.
Felagið hevur søkt Sørvágs kommunu um stuðul til hetta. Málið var fyri á seinasta fundi, men eingin støða varð tikin til hesa umsóknina, tí fíggjarnevndin hjá Sørvágs kommunu mælti til at beina málið aftur í trivnaðarnevndina.
Byrja á einum staði
At felagið ikki hevur verið so virkið tey seinnu árini er ikki uttan orsøk: Fólkatalið í bygdini er minkað nógv og tí eru fá fólk eftir í oynni.
Á útoyggjum er virksemið ofta sera lítið, og smittar hetta so aftur av uppá felagsvirksemið á staðnum.
- Við at seta dansistovuna í stand kann felag okkara hava eitt høvi at gerast virkið aftur.
- Og nú er so ætlanin at vit byrja við dansistovuni, sigur Katrina Johannesen.
Hon vissar tó um, at felagið hevur aðrar ætlanir enn bert hetta. Umhugsað verður at skipa fyri ymiskum tiltøkum og at luttaka í virksemi saman við hinum útoyggjunum.
Hugsan
Ungmannafelagið Súlan varð stovnað í 1945, og er endamálið at varðveita og lívga um føroyskar siðir og minni.
Endamálið er eisini at arbeiða fyri upplýsing og framburði, at skapa meiri samanhald og samvirkan millum ungdómin í bygdini.
Hinvegin so miðar arbeiðið somuleiðis ímóti at geva limunum høvið at seta fram hugsan sína í talu og skriving, so teir mentanarliga gerast meiri búnir.
Ein slík orðing er ikki øðrvísi enn hjá øðrum slíkum ungmannafeløgum, sum vórðu stovnað í 1890-árunum. Men í Mykinesi gekst ikki eftir ætlan.
Sum fráleið sovnaði felagið, men ikki heilt: Í 1990 tóku ungfólk í bygdini stig til at fáa felagið virkið aftur.
Endamálið var at fáa lív aftur í frítíðarvirksemið í bygdini og at savna pening at endurreisa dansistovuna. Í dag eigur felagið 30.000 kr. á bók.
- Vit vóna, at felagið kann virka fyri at samanhaldið millum bygdarfólkið og tey sum vitja í bygdini verður styrkt.
- Okkara ynski er eisini at samstarva við onnur ungmannafeløg - og sjálvandi at vit fáa fíggjarliga undirtøku til ætlanina við dansistovuni, sigur Katrina Johannesen.