Lýsnar herja aftur

Fleiri skúlar og barnagarðar gremja seg í løtuni um, at fleiri av børnunum ganga við lús. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki verður sagt

Tað er nærum vorðin gamal vani á hvørjum ári, at skúlar, barnagarðar og onnur støð, har nógv børn savnast, hava trupulleikar við lús.

Tað vísir seg, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum er torførur at fáa bilbugt við. Skúlarnir býta á hvørjum ári út faldarar, sum siga, hvussu sleppast kann av við lýsnar.


Fleiri hava trupulleikan

Varaleiðarin á barnagarðinum Lítlaskógi, Heidi Justinussen, sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, sum tey dragast við í løtuni.

- Trupulleikin er júst blussaður uppaftur, og vit hava drigist við lýs alt árið, sigur Heidi Justinussen.

Á Lítlaskógi hava børn lús við jøvnum millumbilum alt árið, og tað tykist sum trupulleikin bara versnar. Lítliskógur er ikki eindømi, men fleiri onnur hava eisini sama trupulleika.

- Tá vit finna útav, at eitt barn hevur lýs, ringja vit beinanvegin til foreldrini og senda barnið heim, so foreldrini kunnu gera okkurt við trupulleikan, sigur Heidi Justinussen.

Á Lítlaskógi hava tey júst nú funnið lýs hjá onkrum av børnunum. Varaleiðarin kann ikki siga, um tað er eitt serligt slag av lús, talan er um. Tær hava ymiskt skap og eru ymsar á liti, antin brúnar ella svartar.

Tað tykist eisini sum at lýsnar gerast mótstøðuførar, og tí eru tær torførari at sleppa av við.

Á Eysturskúlanum er eitt skelti hongt upp, sum boðar frá lúsatrupulleikanum. Har verður gjørt vart við, at trupulleikin er til staðar, og hvussu berast skal at, um nakar gerst varugur við trupulleikan.

Annars verður sagt av bæði Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum tey dragast við á hvørjum ári.

Har hava tey eisini havt onkran tilburð, síðan børnini komu aftur í skúla, sum lærarar hava gjørt vart við.

Tað vísir seg, at so skjótt sum børnini fara aftur í skúla, eru trupulleikar við lýs.


Ilt er at basa teimum

Høgni Debes Joensen, landslækni, sigur, at lýsnar gera um seg í bylgjum, og tað hendir við jøvnum millumbilum at lúsatrupulleikar stinga seg upp.

Tað kemur eisini fyri, at tær gerast mótstøðuførar, av tí at fólk brúka ov nógv sjampo. Tí er tað umráðandi, at bara fólk, sum hava fingið ávíst lýs, brúka lúsasjampo. Hetta niðursetir vandan fyri, at tær gerast mótstøðuførar.

Høgni Debes Joensen sigur eisini, at tað er næstan ógjørligt at sleppa undan lýsnum. Tá fólk hava verið og ferðast í øðrum londum kunnu tey koma aftur við lús.

Í Føroyum eru vit sloppin av við kropslýs, sum bara kunnu nørast um persónligi reinleikin er út av lagi ringur. Sambandið millum høvdalýs og persónligan reinleika er hinvegin ikki so stórur. Tað ber til at hava lús, sjálvt um ein vaskar sær ofta.

Um eitt barn hevur fingið lús, so skal restin av húskinum eisini lata seg kanna í eina tíð. Hetta skal gerast, tí tær eru ringar at finna í byrjanini, tá tær eru fáar. Tí skulu øll kannast við jøvnum millumbilum. Hetta verður gjørt við lúsakambi.

Lýsnar og eggini finnast serliga í nakkanum og aftanfyri oyruni, og tað er serliga har hyggjast skal væl eftir.