53 daga verkfallið hjá sáttmálasettu lærarunum verður av um lítla løtu. Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýri skriva um lítla løtu undir nýggjan 3 ára sáttmála.
Sum Sosialurin skilir verður talan um seinasta semingsuppskotið, tó at Fíggjarmálastýrið hevur slakað nakað. Tá sáttmálin er undirskrivaður, er hetta bindandi avtala hjá báðum pørtum, t. v. s. at lærararnir ikki aftur skulu frumatkvøða um sáttmálauppskotið.
Vanlig skúlagongd kann sostatt takast uppaftur mánamorgunin.
Men hvussu verður við próvtøkunum hjá 9. og 10. flokkunum er ikki greitt enn. Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn, mælti í Sosialinum leygardagin til, at ongar fráfaringarroyndir verða hildnar. Hann helt, at frægasta loysnin er, at næmingarnir fáa fulla skúlagongd tað, sum eftir er av skúlaárinum. Á handa hátt kunnu teir so nøkulunda klára gjøgnum pensumið.
Hann mælti til, at ársmetið verður nýtt sum próvtal eisini.