Lærarar ilskast um landsroyndirnar

Tað kemur ikki óvart á lærarar, at landsroyndirnar, sum skuldu byrjað mánadagin, blivu avlýstar orsakað av tøkniligum trupulleikum. – Vit vistu, at tað fór at ganga galið, tí allar royndarkanningar við skipanini riggaðu ikki, og tí er hetta keðiligt og irriterandi bæði fyri lærarar og næmingar, sigur Elsa Birgitta Petersen, stjóri í Hvalbiar skúla

- Eg dugi ikki at skilja, at allar landsroyndirnar skuldu fara fram í talgildum formi, tí tá skipanin bleiv royndarkoyrd fleiri ferðir áður, riggaði hon ongantíð soleiðis, sum hon átti. Lærarafelagið vísti á, at mann átti at bíða við at hava allar landsroyndirnar í talgildum formi, men tað bleiv ikki lurta eftir, og tí haldi eg, at fleiri lærarar nú onkursvegna hava hug at flenna eftir Mentamálaráðnum, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum er skúlastjóri í Hvalbiar Skúla.

Enn hava skúlarnir ikki fingið at vita, hvussu landsroyndirnar nú skulu fara fram, men tað er greitt, at tær skulu gerast.

- Eg kundi hugsað mær, at mann til dømis gjørdi nøkur fak í senn og ikki alt upp á ein gang. Tað vil siga, at vit til dømis bara tóku føroyskt í talgildum formi, og so bleiv hitt gjørt við pappíri og blýanti, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum tó hevur hugsað um eina loysn upp á trupulleikan í løtuni.

- Loysnin beint nú, eftir at skipanin krassjaði, kundi verið, at allir skúlarnir fingu eina fløgu ella geyma sendandi, har uppgávurnar vóru á. So kundu næmingarnir fingið uppgávurnar á sína teldu og og á tann hátt loyst tær talgilt, sigur Elsa Birgitta Petersen.



Brúkið blýant og pappír

Varaskúlastjórin í Skúlanum á Ziskatrø í Klaksvík, Vivian Gudjónsson, heldur, at landsroyndirnar eiga ikki at verða avlýstar í ár, men næmingarnir skulu eins og undanfarin ár framhaldandi brúka pappír og blýant, tá tey fara til roynd.

- Landsroyndirnar skulu jú gjøgnumførast, tí tað er lógarfest, og tá haldi eg, at einasta loysn er at næmingarnir sita við pappíri og blýanti. Tað nyttar ikki at brúka talgildu skipanina, tí hon hevur ongantíð riggað optimalt, sigur Vivian Gudjonsson.

Hon dugir ikki at síggja, at tað á nakran hátt skal vera eitt afturstig, um landsroyndirnar verða gjørdar í pappírformi.

- Innihaldið er tað sama, líka mikið um vit brúka pappír ella teldu, so at siga, at hetta er eitt afturstig, tað haldi eg ikki ber til, sigur Vivian Gudjonsson, sum tó leggur afturat.

- Tað er innihaldið, ið vit kanna, og tí haldi eg ikki, at formurin er tað týdningarmiklasta. Ikki tí, er skipanin nóg góð og riggar, sum hon skal, so er sjálvandi í lagi at brúka teldu til landsroyndirnar. Og kanska er tað eisini meira spennandi fyri næmingarnar at gera landsroyndirnar talgilt enn við pappíri og blýanti, sigur Vivian Gudjonsson.