Árliga Læraranna Missións Felags stevnan hevur í dag verið í KFUM & K í Klaksvík.
Læraranna Missións Felag (LMF) byrjaði í Svøríki í 1899, og er nú at finna í øllum Norðurlondum. Í Føroyum byrjaði LMF longu í 1945, tá var Karin Samuelsen úr Kvívík forkvinna.
Endamálið hjá LMF er at savna kvinnuligar og mannligar lærarar til Guds orð og bøn fyri útimissión. LMF er tvørkirkjuligur felagsskapur.
Loysnarorðið fyri LMF er: Um alheimin veri tín dýrd! (Sl 57,6).
Stevnan byrjaði annars í morgunin, tá ið Heri Kjærbo úrHavn segði frá trúboðaraarbeiði í Tansania. Eftir døgurða greiddu Jórun Eið og Eyðgerð Abrahamsen frá norðurlendskari LMF-stevnu í Danmark.
Tá ið stevnan var liðug í Klaksvík um seinnapartin, er ætlanin at fara til Leirvíkar, har Bodil Skjøtt, aðalskrivari hjá donsku Ísraelsmissiónini, virkar við á vikuskiftismøtirøð, sum Ísraelsmissiónin hevur her.










