Tað man vera langt síðan, at føroysk línuskip hava siglt full undir lúkurnar aftur av túri undan Føroyum, men seinastu tíðina hava nøkur línuskip gjørt rættiliga góðar túrar. Línuskip, sum royna á djúpum vatni undir Føroyum, hava í seinastuni havt rættiliga góðan fiskiskap.
Eystnes, sum landaði á Toftum hósdagin, hevði 166.000 pund av longu og brosmu. Teir royndu á djúpum vatni vestanfyri.
Fríggjadagin landaði línuskipið Kambur eisini á Toftum. Teir høvdu 162.000 pund av longu og brosmu, sum teir fingu á Munkagrunninum.
Eystnes seldi fyri umleið 920.000 krónur og Kambur fyri umleið 960.000 krónur.
Hetta eru góðir túrar hjá línuskipum.
Tvey línuskip hava boðað frá landing til mánadagin. Tey eru Vesturhavið og Váðasteinur.