Lønin verður hækkað fyri at bjarga vinnuni

Handverkaralønirnar hækka bæði 1. oktober í ár, og aftur næsta ár, hóast tað ikki stendur í sáttmálanum

Tá ið tað regnar á arbeiðararan, dryppar á handverkaran.

Hetta mugu handverkarar kring landið nú ásanna.

Tí nú fáa eisini teir meiri í løn.

Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt av at hækka lønina hjá handverkarum bæði 1. oktober í ár og aftur 1. oktober næsta ár.

Vilhelm Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, sigur, at hetta verður gjørt, hóast sáttmálin við handverkararnar ikki gongur út enn.

Í 1997 gjørdu meistararnir og Føroya Handverkarafelag annars ein fýra ára sáttmála og hann gongur ikki út fyrrenn 1. oktober 2001.

Og Vilhelm Johannesen leggur dent á, at hóast lønin hækkar, verður ikki talan um at broyta sáttmálan.

? Sáttmálin verður ikki rørdur fyrrenn í 2001. At vit hækka lønirnar nú, skal skiljast sum eitt einvegis tiltak hjá meistarunum, sigur hann.


Vinnan fer fyri bakka

Vilhelm Johannesen sigur, at handverksmeistararnir hava tikið hetta stigið fyri at bjarga vinnuni.

Í løtuni er handverkaralønin 86,65 kr. um tíman.

1. Oktober í ár hækkar handverkaralønin upp í 90,60 kr.

1. Oktober 2000 hækkar lønin upp í 94,60 kr. um tíman.

Eftir sáttmálanum skuldi lønin hjá handverkarum hækka 50 oyru, uppí 87,15.

Sostatt fáa handverkarar 3,15 meiri í lønarhækking 1. oktober í ár, enn teir áttu at fingið eftir sáttmálanum.

1. oktober 2000, skulu handverkaralønin hækka 87 oyru afturat, upp í 88,02.

Men ístaðin hækkar hon, sum nevnt, uppá 94,60. Tvs at hon hækkar 6,58 meiri enn hon átti eftir sáttmálanum.

? Vit gjørdu hetta, tí at nú arbeiðarafeløgini fingu so góðan sáttmála, er munurin á eini abreiðaraløn og eini handverkaraløn tornaður so nógv, at vit hildu, at eingin fór at tíma at brúka fýra ár uppá eina læru, um lønarmunurin ikki er størri.

Vilhelm M. Johannesen sigur, at munurin á eini handverkaraløn og eini arbeiðaraløn hevur ligið um 13%.

? Men høvdu vit onki gjørt, hevði munurin 1. mai næsta ár ikki verið meiri enn 4%.

? Og tað halda vit er so mikið lítið, at vandi er fyri, at tað verður ongin áhugi fyri handverki, um munurin á lønini ikki er størri enn so.

? Handverkið hevur onga framtíð, um tað at standa fýra ár í læru, ikki skal geva meiri enn 4% afturat í løn enn tað, ein ólærdur fær.

Formaðurin í handverksmeistarafelagnum sigur, at eftir sjálvbodnu lønarhækkingina verður munurin uppá eini 13% á eini handverkaraløn og eini arbeiðaraløn at kalla varðveittur.

? Tað hevur altíð ligið í luftini ímillum meistararnar og handverkarar, at lønarmunurin á einum handverkara og einum arbeiðara eigur at verða um 13%.

? Men fýra ára sáttmálin, vit gjørdu í 1997 varð gjørdur undir heilt øðrvísi fortreytum, tí tá var tað ongin sum droymdi um, at arbeiðaralønin skuldi fara at hækka so nógv, sum hon gjørdi í samráðingunum hesuferð.

? Men av tí, at vit gjørdu ein fýra ára sáttmála, var tað óformliga avtalað, at um nakað munandi hendi, vóru vit sinnaðir at endurskoða viðurskiftini í sáttmálanum.

? Tá høvdu vit væntað, at vit skuldu brúka hesi fýra árini til at fáa vinnuna á føtur aftur aftaná kreppuna.

? Og tað hava vit so valt at gera, nú allar aðrar lønir hækaðu so nógv, fyri at allir partar kunnu vera rímiliga væl nøgdir, sigur Vilhelm M. Johannesen.