Læknar fáa 56.000 krónur um vikuna

Tá læknar stilla til tilkallivakt á Suðuroyar- ella Klaksvíkar sjúkrahúsi, fáa teir heilar 56.000 krónur í løn um vikuna. Tað váttar Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tá Jenis av Rana mikudagin setti Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, fyrispurning um lønina hjá læknum av Landssjúkrahúsinum, sum høvdu tilkallivaktir á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsum, landsstýrismaðurin, at læknarnir eru sera væl løntir.
- Tað er rætt, sum Jenis av Rana førir fram, at hesir læknarnir fáa 56.000 krónur í løn um vikuna. Men hartil er at siga, at teir hava tilkallivakt 24 tímar um samdøgrið sjey dagar í vikuni, sigur Aksel V. Johannesen.
Sáttmáli er gjørdur millum serlæknafelagið og felagnum fyri yngru læknar øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin, og tann sáttmálin má fylgjast.
- Sjálvur haldi eg, at lønin er alt ov høg, men talan er um ein gamlan sáttmála, sum vit mugu fylgja, sigur Aksel V. Johannesen.
Men tá talan er um eina 24 tíma vakt í sjey dagar, kunnu fólk so kenna seg trygg við tað.
- Talan er um ein forvakt á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað er ikki altíð, at tað er so nógv at gera, og teir hava eitt kamar á sjúkrahúsinum, so teir sova eisini inn ímillum, sigur Aksel V. Johannesen.

Vil broyta sáttmálan
Læknarnir fáa hesa sera stóru løn, samstundis sum tað kemur fram, at Landssjúkrahúsið ikki hevur nóg stóra játtan at nøkta heilivág til sjúklingarnar. Eisini koma hesar høgu lønir fram um somu tíð, sum fokus verður sett á ferðaendurgjaldið til tingfólk sammett við tað, ið vanligi borgarin fær í ferðaendurgjaldi.
- Sum nevnt er talan um ein gamlan sáttmála. At lønin er ov høg eri eg samdur við Jenisi av Rana í, men skal hendan lønin broytast, má tað greast umvegis sáttmálan, og hann er sum nevnt í gildi enn, sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann er ikki partur av hesum sáttmálanum, sum verður umsitin av fíggjarmálaráðnum.
- Nú eri eg ikki greiður yvir, nær sáttmálin gongur út, men so leingi hann er galdandi, mugu vit halda hann. Hinvegin haldi eg, at tá nýggjar samráðingar verða tiknar upp, eiga vit at hyggja nærri eftir hesum, sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin heldur, at lønirnar eru alt ov høgar, og hann ætlar sær eisini at fáa gjørt okkurt við hetta.
- Tá samráðingarnar verða aftur ætli eg mær avgjørt at mæla til, at teir læknarnir, sum eru á forvaktini, fáa lægri løn enn teir fáa í dag, sigur Aksel V. Johannesen.