Løkke vil tættari samtarv við Føroyar

Danski forsætisráðharrin heldur, at Danmark og Føroyar kunnu hava gagn av tættari samstarvi á ymsum økjum frameftir. Í morgun helt Lars Løkke Rasmussen sína fyrstu setanarrøðu í Fólkatinginum, og hann nart eisini við viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum.

- Í rikisfelagsskapinum loysa vit tey bond, sum kennast sum eitt haft, men í einum globaliseraðum heimi hava vit eisini bond, sum vit kunnu hava felags áhuga í at styrkja, segði Lars Løkke Rasmussen.

Hann nevndi bankapakka sum eitt dømi um, at Føroyar og Grønland hava fyrimun av samstarvi við Danmark.

Og forsætisráðharrin heldur eisini, at Føroyar og Grønland eiga at verða saman við Danmark í eini komandi veðurlagsavtalu