Føroyar ynskja størri innlit og ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitikkin hjá ríkinum. Tað mugu vit tosa meiri um, sigur danski forsætismálaráðharrin.
Fólkatingið bleiv sett í morgun, og sum siður er helt Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, eina røðu, har hann greiddi frá høvuðsmálunum hjá samgonguni komandi árið.
Sum vanligt fullu eisini nakrar linjur og Føroyar og Grønlandi í røðuni.
- Skal ríkisfelagsskapurin framvegis vera livandi, mugu vit hava vitan um hvønn annan. Skilja okkara ymiskleika, tað, sum líkist, og søguna, so vit bróta fordómar niður og byggja álit, segði Lars Løkke Rasmussen, sum segði, at á ríkisfundinum í Føroyum tosaði teir tríggir, Lars Løkke Rasmussen, løgmaður og Kim Kielsen um, hvussu vit kunnu arbeiða fyri at økja um kunnleikan um hvønn annan í ríkisfelagsskapinum.
- Hetta vænti eg, at vit kunnu seta í verk, tá eg seinni í ár hitti løgmann og formannin í Naalakkersuisut.
Í røðuni segði Lars Løkke Rasmussen eisini, at Føroyar og Grønland ynskja størri innlit í og at vera tikin meiri upp á ráð hvat viðvíkur uttanríkis- og trygdarpolitikkinum hjá stjórnini. Her vil hann tó einki lova.
- Hetta setur nýggj krøv til hvussu vit samstarva í ríkisfelagsskapinum. Hetta er eitt evni, sum stjórnin gleðir seg til at tosa gjøllari um við Føroyar og Grønland komandi tíðina, segði danski forsætismálaráðharrin.










