Í kvøld hevur danska fólkatingið sonevnt endakjak, áðrenn tingið í næstum fer í summarfrí. Føroysku fólkatingsmenninir Magni Arge og Sjúrður Skaale hava verið millum røðararnar.
Seinastur at halda røðu í kvøld var Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri. Hann nevndi móti endanum av sínari røðu herverkið móti Lítlu Havfrúnni, sum hevði tilknýti til føroyska grindadrápið.
- Eg taki frástøðu frá slíkum herverki, og vit stuðla rættinum hjá Føroyum at brúka tilfeingið í havinum á burðardyggan hátt. Hesum stuðla vit bæði í talu og gerð, segði Lars Løkke Rasmussen.
- Og eg tosi ikki bert um grind. Eg elski tvøst. Tað er ivaleyst vandamikið at siga tað her, tí hvørjaferð grindadráp er í Føroyum, verður mín Twitter-konto undirdíkt í viðmerkingum, og nú gongur tað helst galið, segði Lars Løkke Rasmussen.
Danski forsætisráðharrin fekk undir kjakinum gávu frá Sjúrði Skaale, sum greiddi frá søguni um Kópakonuna og brúkti søguna til at minna danskarar á at geva Føroyum møguleika at ráða mest møguligt yvir egnum viðurskiftum. Í tí sambandi gav Sjúrður Skaale danska forsætisráðharranum eina lítla standmynd av Kópakonuni til áminning.










