Nevndirnar feløgunum sum reka Norðoyatunnilin og Vágatunnilin, hava avgjørt at lækka prísirnar á nýggjárinum.
Tað boða feløgini frá í morgun og tey siga eisini, at størstu lækkingarnar eru í Norðoyatunlinum.
Í hesum sambandi lækka prísirnir úr 10 prosent, upp í 70 prosent, alt eftir hvat fyri hald, bilførarar hava, og hvat slag av bili, talan er um.
Felagið sigur, at príslækkingarnar bera í sær, at munurin ímillum tey, sum hava hald, og tey, sum rinda fyri hvønn túr sær, veksur.
Tað merkir, at tað loysir seg munandi betri at hava hald, tí við haldi, kann ein persónbilur koyra 3,3 ferðir so ofta gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald.










