Líkist mest borgarakríggi

Hóast irakski forsætisráðharrin, Nuri al-Maliki, roynir at sannføra umheimin um, at myndugleikarnir fáa betri og betri tamarhald á støðuni, benda tíðindini haðani á tað øvugta.

Í gjár doyðu minst 50 irakar í atsóknum ymsastaðni í landinum. Í Bagdad doyðu minst níggju, og 20 onnur vórðu særd, tá ein bumba brast í einum bussi, og ein sjálvmorðsbumba kravdi tvey mannalív, og minst 25 vórðu særd. Í gjárkvøldið boðaði løgreglan frá, at hon hevði funnið líkini av 20 monnum, sum vórðu skotnir í høvdið.

Amerikanskir og irakskir hermenn hava hert vaktarhaldið í Bagdad í seinastuni fyri at fáa enda á ófriðinum, men vesturlendsk tíðindafólk í býnum siga, at tað hevur ikki gjørt stórvegis mun. Irakska stjórnin er eisini farin undir eitt átak, sum skal savna fólkið, men enn er ov tíðliga at siga, hvørja móttøku tað fær, skrivar NTB.