Luciano Caveri eitur forsetin í sjálvstýrandi landslutinim Valle d’Aosta í Norðuritalia. Hann er í hesum døgum á vitjan í Føroyum, og tað er ikki heilt av tilvild.
Caveri hevur sitið í Europaparlamentinum, og har hevur hann fingið kunnskap um Danmark, og harígjøgnum eisini Føroyar. Og land okkara líkist á mangar mátar hansara egna landsluti. Í ólukkumát eisini.
Tað byrjar longu við, at landsluturin Valle d’Aosta fekk sjálvstýri í 1948. Teir hava seks »landsstýrismenn« umframt ein forseta. Og teir hava tveir tinglimir í italska tinginum. Í teirra egna tingi sita 35 limir, so alt tilsamans er talan um ein líkleika, sum er ógvuliga stórur.
Luciano Caveri er eisini ivaleysur í, at hann vil vitja nøkur ávís lond, sum líkjast hansara egna landsluti. Hann velur tí út tey lond og teir landslutir, sum líkjast hansara egna, og eisini málsliga líkjast Føroyar og Valle d’Aosta á tann hátt, at bæði hava egið mál.
Landslutaforsetin ætlar, at føroyingar skulu koma til teirra á vitjan, og tí er tað eisini ein fyrireiking av hesum túrinum, sum ætlandi verður í oktober í ár, sum Luciano Valeri ger.
Millum fjøll
- Tit hava eitt land, sum eru oyggjar í havinum. Hjá okkum er tað næstan tað sama. Hjá okkum er tað tó soleiðis, at vit eru eitt »oyggjaland« millum fjøll, segði Luciano Caveri.
Hann ivast ikki í, at løgmaður fer at verða bilsin, tá hann kemur á vitjan í Italia. Líkleikin er so mikið stórur, tó at talan í veruleikanum er um heilt ymisk lond, ella landslut, rættari sagt.
Á einum øki man tó vera stórur munur, og tað er veðrið. Tí hóast vit nú í nakrar dagar hava havt óført veður, kann tað neyvan máta seg við tað, tey hava í Valle d’Aosta.
Landsluturin er góðar 3000 ferkilometrar og íbúgvaratalið er áleið 120.000. Økið er millum tey tunnast fólkaðu í øllum Italia, og íbúgvaratalið er 37 fyri hvønn ferkilometur. Landsluturin hevur mark móti Fraklandi í vestri, Sveits í norði og landslutinum Piemonte í suðri. Har eru ikki færri enn 74 kommunur í landslutinum.