Líkaløn í Tórshavnar Kommunu nú!

So er tað nú, at vit skulu taka hond um javnstøðuna, og arbeiða fyri at kvinnur og menn fáa líka løn. Ein góð byrjan kundi verið at stytt arbeiðsvikuna og varðveitt lønina, í hvussu so er í teimum týðandi umsorganarstøvum, har kvinnur røkja flestu størvini

Líkaløn. Jamen hava ikki tað? – spyrt tú óivað. Og svarið er nei. Á pappírinum kanska. Men tann beiski veruleikin vísir, at til dømis í juni mánaða í 2020, tjentu menn á føroyska arbeiðsmarknaðinum tilsamans uml. 200 milliónir krónur meira um mánaðin enn kvinnur. Menn 520 milliónir og kvinnur 320 milliónir kr.

 

Kvinnur og niðursett tíð.

Tað eru á leið líka nógvar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum sum menn – og ja, eg veit væl, at tað eru fleiri kvinnur, sum arbeiða niðursetta tíð, enn menn.

Men hví gera tær tað? Ikki bara tí at tær ynskja tað, men av teirri einføldu grund, at størvini, í høvuðsheitum kvinnustørvini, øgiliga ofta bara verða boðin út sum parttíðarstarv.

Sjukrarøktarfrøðingar, heilsuhálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, og vaski- og reingerðarfólk. Og so ikki at gloyma flakafólkini.

Hetta eru alt starvsfólkabólkar, sum eru lívsneyðugir fyri, at okkara vælferðarsamfelag virkar. Tað eru eisini hesar, sum mangan ikki fáa ein fullan arbeiðsdag, tí tað er ov tungt – ella tí tað ikki ber til at leggja eitt vaktarskema, sum tryggjar fulla tíð.

So lat okkum standa saman um at lyfta hesar starvsfólkabólkar upp nú, so at lønargloppið millum kvinnur og menn minkar, og so at arbeiðsumstøðurnar verða virðiligar.

 

Okkum dámar væl arbeiðið – men tað er ov hart og ov illa lønt.

Tey flestu, sum starvast í frontlinjuni - og sum tryggja okkum øðrum lív og heilsu siga somu søgu, at teimum dámar sera væl sítt arbeiði, men lønin er ov lág, arbeiðsbyrðan ov tung, og síðst men ikki minst, virðingin er ov lítil.

Tað skal Tórshavnar Kommuna leggja sær í geyma og gera nakað við í næsta valskeiði. Og tað fari eg at stríðast fyri. Innan eldrarøktina, á dagstovnaøkinum og í heilsurøktini. Fái eg veljarans álit, fari eg at stríðast fyri hesum týdningarmikla máli.

Tórshavnar Kommuna loysir tað ikki einsamøll – men vit mugu gera okkara.

Helena Dam á Neystabø,

valevniJavnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð