Lógu sjúkir í 42 kuldastigum

Tú ert í 5650 metra hædd, tað frystir 42 kuldastig, og tú verður illa fyri. Soleiðis vóru umstøðurnar, tá Toni Dam og Páll Olaf Jacobsen vóru í tríggjar nætur á Mount Everest Base Camp. – Hesar næturnar vóru harðar og alt annað enn stuttligar, men vit angra tað ikki, siga Toni og Páll Olaf

Toni Dam og Páll Olaf Jacobsen hava fyri stuttum verið á Mount Everest Base Camp, sum er síðsta steðgiplássi, áðrenn byrjað verður at klatra niðan á verðins hægsta fjall. Túrurin plagar at taka eina viku úr Lukla, ið er flogvøllurin, sum er tættast við Base Camp, men umstøðurnar gjørdu, at teir báðir ævintýrarnir einans nýttu fýra dagar. Á hesi ferðini sluppu teir veruliga at standa sína roynd, tí ikki er lætt at gerast sjúkur í 5650 metra hædd, har tað eru 42 kuldastig.


Fyrireikaðu seg í fimm vikur

Tað var heldur tilvildarligt, at hesin túrurin yvirhøvur gjørdist til veruleika. Vinmenninir báðir, Toni og Páll Olaf, hava altíð verið hugtiknir av Mount Everest og tí ríku søguni, ið hoyrir til heimsins hægsta fjall í Himmalaya:

- Av tilvild hittu vit seint í summar einum íra á eini kafe í Havnini, og hann fortaldi, at hann hevði verið á Mount Everest. Vit fingu líkasum blóð upp á tonnina av hesum prátinum og blivu samdir um at gera ein túr niðan á Mount Everest Base Camp, sigur Toni Dam, sum hevur verið á fleiri øðrum høgum fjøllum áður. Írin, sum teir høvdu hitt í Havn, vísti teimum á feløg í Himmalaya, sum skipa fyri túrum niðan á Mount Everest Base Camp, men Toni og Páll Olaf vóru ikki heilt nøgdir við teir prísirnar, sum teir fingu í boði. Tískil valdu teir at gera allar fyrireikingarnar sjálvir og funnu gjøgnum internetið eina fyritøku, sum kundi hjálpa við eitt nú teimum loyvunum, ein skal hava, fyri at ganga niðan á Mount Everest Base Camp.

Av tí at teir tóku avger um at fara henda túrin heldur brádliga, høvdu teir einans fimm vikur at fyrireika seg í. Størsti parturin av fyrireikingunum fór tískil fram í Føroyum, men tó var okkurt, sum teir ikki fingu gjørt, fyrr enn teir vóru í Katmandu í Himmalaya:

- Vit valdu til dømis at keypa klæðini í Katmandu, tí har eru tvey lokal klædnamerki, sum eru framleidd til júst hetta endamálið, og prísurin er eisini í lagi, sigur Páll Olaf.


Villasti flúgvitúrur nakrantíð

Túrurin byrjaði við flogferð úr Føroyum til Keypmannahavnar, og úr Keypmannahavn fóru teir við flúgvara til Quatar og síðani til Nepal. Í Nepal vóru teir í tveir dagar í Katmandu, har teir gjørdu tær seinastu fyrireikingarnar, so sum at keypa klæðir og fáa ymisk loyvi til vega. Fyri at koma á sjálvt Mount Everest fjallið skuldu Toni og Páll Olaf fyrst flúgva úr Katmandu og niðan á flogvøllin Lukla, sum liggur í 2800 metra hædd. Flogbreytin í Lukla, ið er 500 metrar til longdar og hellur 15 gradir, verður av mongum hildin at vera vandamiklasta flogbreytin í heiminum. Har flogbreytin byrjar, er lodrætt niðurfyri, og har breytin endar, er eitt steyrrætt fjall, ið er 800 metrar.

Veðrið var tó ikki til vildar mánamorgun, tá teir eftir ætlan skuldu flúgva til Lukla. Tískil var øll flúgving avlýst. Sama skil var týsdag og mikudag. Seinnapart mikudag bleiv tað teimum greitt, at skuldu teir gjøgnumføra hendan túrin, so mátti ein loysn finnast nú. Teir avgjørdu tí at leiga eina tyrlu at flúgva seg so langt upp, sum hon nú einaferð kundi og so taka tað harfrá. Tað vísti seg at blíva eitt upplivilsi í sær sjálvum.

- Har var nógvur mjørki og ógvusligir luftlummar, so tað var ein flúgvitúrur, mann ikki gloymir við bræi, sigur Páll Olaf. Eisini Toni minnist væl túrin í tyrluni:

- Nú havi eg flogið ofta til Føroyar, men allir teir buldrutu túrarnir koma ikki upp á knøini á flúgvitúrinum til Lukla. Tað er villasti túrur, eg havi upplivað, greiðir Toni frá.

Seinkingar gjørdu, at teir vóru í Lukla mikukvøld og ikki mánamorgun, sum ætlað, og tað kom at hava avleiðingar fyri restina av ferðini niðan á Mount Everest Base Camp:

- Vanligt er, at ferðin frá Lukla og niðan til Base Camp tekur eina viku, har mann so steðgar eini tvær til tríggjar ferðir á túrinum. Seinkingarnar merktu, at vit skuldu innheinta tríggjar dagar og kundu ikki halda teir vanligu steðgirnar, fortelur Toni Dam. Páll Olaf leggur afturat, at teir vóru greiðir yvir, at hetta fór at hava fylgjur á gongutúrinum, men júst hvørjar og hvussu ógvusligar, vistu teir ikki.


Kroppurin fór í verkfall

Komnir í 5000 metra hædd byrjaðu Toni og Páll Olaf longu at merkja fyrstu avleiðingarnar av, at teir ikki høvdu hildu vanligu steðgirnar á gongutúrinum niðaná. Í 5000 metra hædd inniheldur luftin bert 50 prosent av tí iltini, sum hon inniheldur við sjóvarmálan.

- Vit byrjaðu at fáa høvuðpínu, høvdu lítlan og ongan matarlyst, vit spýðu, og búkurin gjørdi um seg. Eg kann siga tað soleiðis: Tá var tað ikki bara luftin, sum var tunn, fortelur Toni skemtandi. Hóast tað avgjørt ikki var ein stuttlig støða at vera í, so vildu teir ikki steðga, fyrr enn teir vóru komnir niðan á Base Camp:

- Nú vóru vit so tætt við, so eg umhugsaði ikki eina løtu um at steðga her og fara niðraftur, greiðir Páll Olaf frá.

Ta einu náttina í Base Camp frysti tað 42 kuldastig, og tað kendist eisini ekstremt kalt:

- Tá var tað so mikið kalt, at alt frysti og bleiv til ís, eisini tá náttúran kallaði, fortelja teir báðir vinmenninir við einum skálkabrosi.

Tá farið verður á eina ferð sum hesa, er alneyðugt við rættari og nógvari orku, um ein skal orka ein so krevjandi gongutúr, og júst hetta vísti seg at gerast ein sonn avbjóðing fyri Toni og Páll Olaf:

- Vit royndu at eta orkuríkan mat og drekka nógv vatn, men vit vóru so mikið illa fyri uppi á Base Camp, at vit veruliga máttu kroysta matin niður í okkum, greiðir Toni frá og leggur afturat, at tann lokali maturin uttan iva hevur verið við til at fáa búkin á skeiva leið. Hóast teir báðir vóru rættiliga illa fyri, meðan teir vóru á Base Camp, vóru teir ongantíð bangnir:

- Tað var altavgerandi, at vit høvdu hvønn annan, tí tá kann mann skapa ein ávísan stemning og klárar betri at hugsa positivt, heldur Toni, sum eisini kundi brúka tær royndirnar, sum hann hevur frá tí tíðini, hann var í danska herinum:

- Hetta her við at hugsa positivt og ikki bara geva upp uttan at kempa er nakað, sum eg havi frá milliterinum. Hagani havi eg eisini lært, til dømis hvussu eg skal pakka ein ryggsekk, hvørjar hosur er best egnaðar til ein ávísan túr, hvussu eitt kort skal avlesast og so framvegis, greiðir Toni frá. Hann og Páll Olaf kenna hvønn annan væl gjøgnum fleiri ár og hava eisini vant ofta saman.


Ætla sær fleiri túrar

Tá Toni og Páll Olaf byrjaðu túrin niðuraftur til Lukla, komu teir ógvuliga skjótt fyri seg aftur, serliga tí at luftin bleiv tjúkkri:

- Vit gingu skjótari og skjótari og hildu bert fáar, stuttar steðgir. Tá vit vóru komnir aftur til Katmandu, fejraðu vit sjálvandi, at vit vóru komnir aftur í øllum góðum, sigur Páll Olaf. Túrurin sat tó í kroppinum í fleiri dagar, eftir at teir vóru komnir aftur til Føroya:

- Vit vóru sera troyttir og ótrúliga svangir allatíðina, so vit ótu rættiliga nógv, fyri at depotini kundu fyllast uppaftur, sigur Toni. Hann og Páll Olaf lætnaðu ávikavist sjey og átta kilo á túrinum.

Teir hava altíð gingið nógv í náttúruni, men hvørgin teirra hevur verið á einum so avbjóðandi túri sum hesum áður:

- Henda ferðin hevur leingi verið ein dreymur, men at tað skuldi gerast so strævið, tað hevði eg ikki væntað, fortelur Páll Olaf. Toni heldur, at tað er ein stórur fyrimunur, at teir altíð hava fingist við ítrótt:

- Tað er einki at ivast í, at tað hevur verið ein stórur fyrimunur fyri okkum, at vit eru ítróttarmenn og hava altíð verið vanir við at kappast. Viljin drívur verkið sum orðatakið sigur, heldur Toni fyri.

Báðir eru teir samdir um, at ferðin gjørdist ein fantastisk uppliving, og tað er ikki ómøguligt, at teir gera ein tílíkan túr aftur. Sambært Toni liggur ein slíkur túrir als ikki langt úti í framtíðini:

- Eg eri spontanur og planleggi ikki lívið, men hvør veit, um mann ikki fer onkran annan túr áðrenn alt ov leingi, sigur Toni.