Støðan er sostatt greið. Samgongan fekk uppbakking til at halda áfram við sínum politikki. Summi siga, at samgongan fekk eitt nevs frá veljarunum. Hetta er ikki rætt! Tá sambandsvongurin tapti valið, skal stórt hugflog til at siga, at hann vann valið.
Annars kann ein leggja afturat, at tað altíð kostar at sita í samgongu, sostatt var úrslitið hjá andstøðuni rætt og slætt vánaligt. Eg vil siga, at teir fingu ein frammaná.
Hví sjálvstýris- og fólkaflokkurin, nú vilja saðla um og steðga sjálvbjargnistilgongdini er ikki at fata. Teir fingu eitt ja frá veljaranum. Teir mugu hava ring oyru, tí teir siga at veljarin segði nei. Hann segði jú ja.
At hesir flokkar nú vilja fara í samgongu har samlaða niðurlagingin av donskum ríkisveitingum bert skal vera umleið 25 milliónir er løgið. Tað er rætt og slætt ein søgulig katastrofa. Tykkara trúvirði fýkur. Partvís nútíðin, men serliga ettirtíðin fer at øtast og spyrja hví?
Um tit ynskja eina breiða samgongu, má ferðin í sjálvbjargnistilgongdini sjálvandi minkast. Tað er ivaleyst rætt at hava fleiri við á ferðini, men um úrslitið verður tað, íð nú frættist um, at nógv eru tilmeldaði, men at ferðin er avlýst, so er betri at færri eru við, og at ferðin verður gjøgnumførd.
Klokkan er ikki farin um 12 enn.