Løgtingsval broytir bygnaðin i ÚF

Leiðslubygnaðurin í Útvarpi Føroya verður nú broyttur orsakað av úrslitinum av seinasta løgtingsvali. Útvarpsstjórin metir tað vera óheppið, at ein løgtingslimur er varastjóri, og hevur tí valt at niðurleggja varastjórastarvið, nú varastjórin varð valdur á ting.

Tá fólk fóru á val í suðurstreymoyar valdømi 30. apríl í ár, vóru tey ikki bert við til at avgera hvør skuldi manna Føroya Løgting komandi yra árini, men eisini hvussu leiðslubygnaðurin í almenna føroyska útsvarpsstovninum skuldi síggja út. <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Úrslitið av løgtingsvalinum hevur í øllum førum beinleiðis borið bygnaðarbroytingar í Útvarpi Føroya við sær, sum innibera, at varastjórastarvið verður niðurlagt, og programleiðarastarvið verður býtt upp í tveir partar til tveir persónar at røkja.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Starvsviðurskiftini máttu broytast<o:p></o:p>


Á løgtingsvalinum í vár varð Jógvan Arge, programleiðari og varastjóri í Útvarpi Føroya, uppstillaður og valdur sum fyrsti varamaður á tingi fyri Tjóðveldisflokkin í suðurstreymoy. <o:p></o:p>


Tá samgonga varð skipað millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin, varð fyrst valdi fyri Tjóðveldilokkin í suðurstreymoyar valdømi, Høgni Hoydal, settur sum landsstýrismaður, og harvið gjørdist Jógvan Arge regluligur limur løgtinginum.<o:p></o:p>


Í lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna verður ásett, at løgtingslimir ikki kunnu røkja meira enn eitt hálvt starv hjá tí almenna. Av hesari orsøk máttu starvsviðurskiftini hjá Jógvan Arge í Útvapi Føroya undir øllum umstøðum broytast<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Programleiðarin er varastjóri<o:p></o:p>


Lógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna ásetur, at ein løgtingslimur hevur rætt til farloyvi úr almenna starvi sínum, men hendan møguleikan hevur leiðslan í Útvarpi Føroya ikki valt at nýta.<o:p></o:p>


Ístaðin hevur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, í samráð við Jógvan Arge, avgjørt at býta programleiðarastarvið upp í tvey hálvtíðarstørv, har Jógvan Arge í framtíðini skal røkja annað, og Jógvan Jespersen skal røkja hitt við síðuna av starvinum sum útvarpsstjóri.<o:p></o:p>


Leiðslubygnaðurin í Útvarpi Føroya ásetur, at programleiðarin eisini er varastjóri. Men Jógvan Jespersen sigur seg meta tað vera óheppið, at ein løgtingsmaður situr um virkandi stjóri fyri ein stovn sum Útvarpi Føroya, soleiðis sum varastjórin ger, tá stjórin er burturstaddur.<o:p></o:p>


Av tí at tað soleiðis verður mett at vera óheppið at Jógvan Arge skal røkja starvið sum varastjóri í Útvarpi Føroya, og hin helvtin av programleiðarafunktiónini, útvarpsstjórin sjálvur, ikki eisini kann røkja starvið sum varastjóri, hevur útvarpsstjórin valt at niðurleggja varastjórafunktiónina.<o:p></o:p>


Útvarp Føroya hevur soleiðis ikki longur nakran varastjóra.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hevur verið virkandi stjóri<o:p></o:p>


Hesar seinastu vikurnar hevur Jógvan Arge verið virkandi stjóri fyri Útvarp Føroya, meðan Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri var í feriu. <o:p></o:p>


Jógvan Jespersen, sum í gjár kom aftur til arbeiðis, hevði sum fyrsta punkt á skránni at broyta starvsviðurskiftini hjá Jógvan Arge.<o:p></o:p>


- Vit hava gjørt tað soleiðis programleiðarastarvið verður býtt ímillum útvarpsstjóran og Jógvan Arge, soleiðis at Jógvan Arge heldur fram í hálvum starvi sum programleiðari við ábyrgdini av evnisøkjum, sum ikki beinleiðis koma í samband við politiska arbeiði hansara, sigur Jógvan Jespersen, sum ikki metir, at løgtingsarbeiðið hjá Jógvan Arge kann koma tvørt fyri í tí starvinum, sum hin hálvi programleiðarin í framtíðini fer at røkja.<o:p></o:p>