Løgtingsmeirilutin eigur 100% ábyrgdina av vánaliga úrslitinum

Ábyrgdina av vánaliga lógarsmíðnum eiga lóggevararnir í samgongumeirilutanum, samgongutingmenninir, sum fuskaðu eitt lógaruppskot, sum ongin kendi avleiðingarnar av, ígjøgnum tingið. Og tað eru júst hesir, sum leika í ímóti Helenu og royna at kasta alla ábyrgdina og skommina á hana, siga Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm, løgtingsmenn, í hvassari viðmerking til pensjónsrumblið

Líka frá tí degi samgonguflokkarnir tvingaðu hesa lógina ígjøgnum ? beint ímóti øllum ávaringum, sum vit harðliga høvdu gjørdu vart við ? kundi vit havt díkt samgonguflokkarnar og landsstýrið undir í eirindaleysum kritikki av hesum vánaliga lógarfuskarínum. Men vit hildu aftur, m.a. tí vit vildu lata umboðini fyri brúkararnar sjálvar, pensjonistarnar og tey brekaðu, sjálvi hava orðið, tá tey beinanvegin byrjaðu at koma fram við einum lemjandi kritikki av lógini.

Sama afturhald kann ikki sigast at hava eyðkent samgonguna, sum hevur sýnt alt annað enn ta neyðugu ábyrgd og virðing, sum krevst í slíkum stórmáli, sum beinleiðis avger livikorini hjá einum 8000 føroyingum.

Men nú er blivið ovboðið hjá okkum. Hetta er hetta blivið eitt slíkt skammiligt klandursmál innanhýsis í samgonguni, at vit noyðast alment at tala at og gera okkara støðu greiða.


Lógin skundað ígjøgnum

Skuldi nakar verið í iva, so hevur støðan hjá Javnaðarflokkinum til nýggju pensjónslógina alla tíðina verið púra greið: vit atkvøddu ímóti sjálvari pensjónslógini síðsta vár. Í minnilutaálitinum mæltu vit til, at landsstýrið tók uppskotið aftur, annars noyddust vit at mæla til at fella tað, tí tað var skundað ígjøgnum uttan at verða lýst tíðansheldur viðgjørt til lítar, og stórur ivi var um avleiðingarnar. Uppaftur hvassari var kritikkur okkara av hesi lógini, sum ásetti pensjónsuphæddirnar, og sum varð skundað ígjøgnum beint fyri jól. Har søgdu vit í minnilutaálitinum soleiðis:

?Aftur einaferð er tað hent, at viðgerðin av pensjónunum er hurrað so ígjøgnum, at nevndarviðgerðin er blivin ein hurlivasi. Vit eru tvingaðir at skriva álit í málinum, uttan at vit í nógvum førum hava kunnað fingið upplýsingar um, hvørjar fylgjur nýggja pensjónslóggávan fær fyri teir ymisku bólkarnar av pensjonistum. vit átala harðliga, at meirilutin tvingar eitt álit ígjøgnum, hóast vit væl og virðiliga halda okkum innan fyri tíðarásetingarnar í tingskipanini, og uttan at vit hava fingið svar uppá avgerandi spurningar, sum eru umbidnir í sambandi við nevndarviðgerðina. Vit átala eisini, at umboð fyri pensjonistar og brekað eru innkallað í slíkum skundi, at hesi ikki hava fingið stundir at seta seg inn í lógaruppskotið. ?


Fjølmiðlarnir roynst illa

Í hesum sambandi eru vit vónbrotnir av fjølmiðlunum, og tað eru bæði bløðini og loftmiðlarnir. Í tveimum álitum hava teir havt okkara nágreiniliga kritikk av teim óhepnu avleiðingunum og prinsipiellu skeivleikunum í pensjónslógunum. Men teir hava ikki tikið hetta upp á tungu. Tað er harmiligt, tí her høvdu teir funnu grundarlag fyri øllum teim kritisku spurningunum, sum teir áttu at reist teimum, sum hava tvingað lógina ígjøgnum ? og tað hava bæði landsstýrið og allir samgonguflokkar staðið saman um, líka mikið hvussu tey nú bítast og klórast innanhýsis. Fjórða statsmaktin, sum fjølmiðlarnir rópa seg uppá at verða, hevur roynst illa í hesum máli og síðan teirra vina- og kenningasamgonga kom til.

Tak tíðindaflutningin í sjónvarpinum sum dømi. Ella Fimmarin hesa vikuna: har hevur man so syrgt fyri, at ongi kritisk umboð fyri andstøðuna koma at forstýra royndirnar at slætta sjógvin og styrkja brøðralagið í samgonguni.


Tora ikki at reisa misálit

Man kundi eisini spurt, hvi alt hetta rokið ikki førir til eina misálitisváttan móti landsstýriskonuni. Umboðini fyri tey brekaðu kalla lógina kryplaða og eitt makkverk . Tey siga eisini bart út at landsstýriskonan lýgur fyri almenninginum. Ein samgongufelagi er líka bersøgin og skrivar í bløðunum, at ?landsstýrismaðurin sigur beinleiðis ósatt og hon ger tað fult medvitað?!!! Ein annar samgongufelagi skrivar eisini í bløðunum um, hvussu teir í mongum málum og aftur nú hava hava tikið politiskar lortablæur upp eftir landsstýriskonuna í Almanna- og heilsumálum, men at nú er tol teirra uppi. Men sjálvandi tora teir ikki at reisa misálit á Helenu. Teir buldra, men leggjast so aftur skerflatir.


Samgonguflokkarnir eiga ábyrgdina 100%

Hví reisa vit so ikki misálit til landsstýriskonuna? Nei tað gera vit ikki av teirri einfaldu orsøk, at tað er ikki landsstýriskonan, sum hevur politiska ábyrgdina av at hetta vánaliga og ófullfíggjaða lógaruppskotið varð skrumblað ígjøgnum tingið og gjørdist løgtingslóg. Ábyrgdina, 100%, eiga lóggevararnir í samgongumeirilutanum, samgongutingmenninir, sum fuskaðu eitt lógaruppskot, sum ongin kendi avleiðingarnar av, ígjøgnum tingið. Og tað eru júst hesir, sum leika í ímóti Helenu og royna at kasta alla ábyrgdina og skommina á hana. Teir hava havt allar møguleikar at rættað teir nógvu skeivleikarnar og óhepnu avleiðingarnar av lógini ? tað hava vit ávarað teir um ferð eftir ferð. Vit ráddu teimum til ikki at fuska uppskotið ígjøgnum, men taka okkum alla tað tíð, sum kravdist, fyri at geva uppskotinum tað neyðugu gjølligu viðgerðina í Trivnaðarnevndini. Og hóast teir nú eisini viðganga, at tað var óðamannaverk at skrumblað eina lóg ígjøgnum, sum ongin kendi avleiðingarnar av, so valdu teir ? móti øllum ávaringum ? at hevja uppskotið til lóg, og tí eiga teir og ongin annar alla ábyrgdina av lógini.


Tjóðveldistingmenn flongdir upp á pláss

Vit halda eisini hetta verða vánaligur journalistikkur, at allir fjølmiðlarnir, bæði bløðini og loftmiðlarnar, trúliga refererað alt samgonguklandrið um pensjónsmálið ? uttan at fara til hesar samgongukritikarnar av landsstýriskonuni og spyrja teir, um teir sum lóggevarar ikki eiga alla ábyrgdina av hesi løgtingslógini, um hvussu teir kunnu seta lógir í gildi, sum teir vita og sjálvir siga er óðamannaverk? Og um nakar átti at lagt frá sær, er tað so júst ikki eru teir sjálvir?

Hóast teir nú leika í, so vóru teir sera positivir í teirra meirilutaáliti til sjálva pensjónslógina í vár. Tá høvdu teir hesi orð til lógaruppskotið:


?Lyklaorðini til hesa nýggju pensjónslóggávu er einfald- og nútímansgerð, umframt tillaging til føroysk viðurskifti.?


Ja, góðan morgun. Og hvat siga teir nú um somu lóg. Óðamannaverk og lortablæur. Men ikki fyrr enn teir hava hoyrt umboð fyri brúkararnar kolldøma lógina og kalla hana kryplaða og eitt makkverk.

Nú hava vit so hoyrt og sæð, at teir aftur einaferð eru flongdir upp á pláss av løgmanni og øllum landsstýrinum.


Javningin er

størsti parturin

Løgið er at hoyra bæði fólkafloksløgmann og tjóðveldisvaraløgmann nú tosa rósandi og positivt um hesa pensjónslóggávuna, og at tað bara eru nakrar ?tekniskar justeringar?, sum skulu gerast, harímillum ein hægri botnfrádráttur, so minni fer burturav í skatti.

Men eftir okkara tykki er als ikki talan um ?tekniskar justeringar?. Nýggja pensjónslógin hevur grov og álvarslig brek, og tað eru fleiri avgerandi og prinsipiellir skeivleikar í lógini.

Tað er t.d: ? Avtøkan av javningini av grundarupphæddini. Hetta er nógv størsti parturin av pensjónini, og er javningin tikin av, so fer pensjónin jú støðugt at minka í virðið av dýrtíðarhækkingunum. Hetta er eisini at lata politisku tilvildina ráða í pensjónspolitikkinum: Minni enn eitt ár eftir at javningin er sett í verk, verður hon tikin av aftur, og samstundis verður tosað um at hon skal aftur setast í gildi næsta ár...

? At avtaka skattafríu avlamisveitingina og leggja upphæddina saman við øðrum viðbótum í eina skattskylduga viðbót, er prinsipielt skeivt. Avlamisveitingin var eitt serstakt endurgjald fyri mistan førleika, sum var útgoldið uttan byrokratiskt eftirlit, og var tí eisini ein viðurkenning av, at fólk við skerdum førleika hava serstakar eykaútreiðslur, sum onnur ikki hava.

Nú er henda serliga veiting burtur. Ístaðin skulu brúkararnir nú inn í eitt eyðmýkjandi byrokratiskt endurgjaldssystem, og krevja kvittan fyri alla hjálp at leggja fram sum skjalprógv fyri hvørja krónu, sum biðjast skal um. Og hetta skal nú fara fram um forsorgarlógina. Tískil skulu fyritíðarpensjonistarnir nú bæði um pensjónslóggávuna og forsorgarlógina eftir sínum rætti, mótvegis frammanundan, tá alt varð avgreitt um pensjónslógina. Hetta er so enn eitt dømi um at samgongan ger beint ímóti sínum vanliga pástandi um at føroysk lóggáva skal gerast einfaldari og bíligari.


Beint ímóti ynskjunum...

? Ikki bara at fasthalda men eisini økja um munin millum giftar og stakar fyritíðarpensjonistar, beint mótvegis ynskjunum frá fyritíðarpensjonistunum sjálvum og beint móti gongdini í grannalondum okkara. Vit skulu minnast til at fyritíðarpensión er endurgjald fyri meir ella minni mistan arbeiðsførleika og sostatt mista lønarinntøku. Fyritíðarpensión eigur sostatt at metast sum persónligt endurgjald, og tað er púra burturvið at henda pensiónin skal vera meir ella minni alt eftir um ein er giftur ella ei. Viðurkennur man at fyritíðarpensión er endurgjald fyri manglandi arbeiðsinntøku, so eigur hjúnarstøðan onga ávirkan at hava á upphæddina. Tað hevur hon jú ikki á arbeiðsmarknaðinum, har lønin onki hevur við tað at gera um tú ert giftur ella ei.


Landsstýrið viðurkennir ikki egin ráð og nevndir

Álvarsligt kritikkpunkt: at landsstýrið hvørki viðurkennir sínar egnu ráðgevandi nevndir, so sum Eldraráðið og Ráðið fyri brekað, og onnur avvarandi feløg sum Landsfelag pensjonistanna og Meginfelag teirra brekaðu: ongin av hesum hevur havt møguleikar at seta seg inn í hesar stórbroytingar ella koma við viðmerkingum, tíansheldur at verða tikin við upp á ráð.

Vit halda eisini tað verða sera harmiligt, at samgongumeirilutin hevur gjørt alt pensjónsmálið bæði til eitt stríð millum sangongu og andstøðu og til eitt óverdugt klandursmál innanhýsis í samgonguni. Vit vístu í okkara áliti til sjálva pensjónslógina í vár, at ?tað liggur ein serlig ábyrgd á samgongumeirilutanum at arbeiða fyri, at breið ssemja fæst í tinginum fyri at tryggja stabilitet og tryggleika á økinum. Tað er alneyðugt, at fólk, so sum avlamis- og fólkapensjonistar, trygt kunnu rokna við pensjónsskipanum okkara, uttan at bera ótta fyri broytingum í tíð og ótíð, alt eftir hvør situr í samgongu. Tíverri tykist samgongumeirilutin ikki at hava skilt tað neyðuga í hesum, tá meirilutin í Trivnaðarnevndini velur at skunda málið ígjøgnum í nevndini, og harvið noyðir minnilutan at verða ímóti uppskotinum?. Hetta var støðan í vár. Tað er bara blivið uppaftur verri síðani tá.

Tað, sum vit í andstøðuni hava verið vitni til í viðgerðini av lógini um almannapensiónir í tinginum síðsta vár og lógini um áseting og javning av almannaveitingum nú beint áðrenn jól, eigur at fáa føroyingar, ið trúgva uppá og vilja stríðast fyri einum samfelag, ið setur samhaldsfesti og tryggleika í hásæti, at venda sær frá arbeiðsháttinum og tí almannapolitikki, íð samgongan stendur fyri. Síðan henda samgonga kom til, verður ikki longur tosa um hvussu samfelagið kann skipast á ein hátt, soleiðis at fólk kunnu veita hvørjum øðrum góðar liviumstøður. Nú snýr tjakið seg meir og meir um at samfelagið ikki hevur ráð til veitingar og tænastur. Og tey, ið ikki eru aktiv á arbeiðsmarknaðinum, gomul, sjúk o.o., verða nú í størri mun mett sum ein hóttandi byrða fyri samfelagið. Ætlaninar hjá samgonguni á pensiónsøkinum framyvir, m.a. við tvungnari privatari eftirlønaruppsparing, er eitt dømi um at tann stættarmunur, sum í dag er í inntøkunum á arbeiðsmarknaðinum, nú skal fasthildast og enntá økjast inn í aldurdómin. Jú tey tosa við føgrum orðum og gyltum lyftum í samgonguni, og smíla dúgliga afturvið. Men illa roynd eru vit av tí, ið kemur burturúr.


Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm, løgtingsmenn Javnaðarfloksins