Fiskidagar
Í morgun byrjaði fyrsta viðgerð á tingi av broytingum í lógini um vinnuligan fiskiskap, har áseting av fiskidøgum og økisfriðingum fyri komandi fiskiár er høvuðsmálið.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um søguliga stórar skerjingar í fiskidøgum og uppskot um aðrar avmarkingar, sum landsstýrismaðurin sigur skulu hava til endamáls at byggja uppaftur niðurfiskaðu stovnarnar, serliga á toski.
Landsstýrismaðurin hevur í sínum uppskoti gjørt at fylgja tilráðingini hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Í stuttum skulu fiskidagarnir hjá húkaflotanum skerjast við 50%, meðan partrolaraflotin sambært uppskotinum verður skerdur við 20%.
Ætlaðu skerjingarnar og avmarkingarnar í veiðini undir Føroyum hava fingið manningarfeløgini hjá bæði fiski-og útróðrarmonnum upp úr stólinum, eins og yvirmannafeløgini og reiðarafelagið vóru væl umboðað á fullsetta áhoyraraplássinum, tá tingfundurin varð settur.
Viðgerðin fer fram á tann hátt, at politisku framsøgufólkini fáa orðið – alt eftir stødd á flokkinum, tey umboða. Høvið er til viðmerkingar eftir hvørja framsøgu, og vanligt er, at røðarin svarar spurningum og tekur saman um, áðrenn farið verður til næstu framsøgu.
Sosialurin var í tinginum og fylgdi viðgerðini fyrsta tíman í morgun, og tá høvdu Heini O. Heinesen, framsøgumaður hjá Tjóðveldinum og Jóhan Dahl, framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum, havt orðið. Nøkur tingfólk høvdu eisini havt viðmerkingar til ymiskt av tí, ið sagt varð.
Heini fyrstur
Heini O. Heinesen segði, at fiskivinnan ongantíð hevur verið so illa fyri sum í dag, síðan vit í 1996 fingu lógina um vinnuligan fiskiskap – við fiskidøgum og økisfriðingum.
Løgtingsmaðurin, sum í sínari tíð gekk á odda fyri at fáa trolfríu økini á landgrunninum, segði seg taka fult undir við landsstýrismanninum um, at nøkur øki aftrat verða friðað í gýtingartíðini.
Hinvegin segði Heini seg ikki taka undir við, at fiskidagarnir hjá húkaflotanum verða skerdir við 50%, soleiðis sum floksfelagi hansara og landsstýrismaðurin hevur skotið upp. Hann helt ikki, at ein tílík skerjing loysir teir trupullleikar, sum vit hava í vinnuni í dag.
- Seinast í áttatiárunum brúktu vit 100-tals miljónir í upphøggingarstuðli til tess at minka um fiskiflotan, men kortini er støðan, soleiðis sum hon er. Tað kostar politiskt at reka skynsaman fiskivinnupolitikk, og tí verður einki gjørt, sum loysir trupulleikarnar hjá fiskiflotanum.
Heini ásannaði, at toskurin er illa fyri, men helt, at smái upsin, sum veiddur er í fleiri ár, sigur okkum, at veiðitrýstið her eisini er ríkiligt.
- Tosað verður so at siga bara um fiskidagar, men ov lítið um skipanina í síni heild. Eg tók í sínari tíð undir við skipanini við fiskidøgum, men treytin var, at økisfriðingarnar eisini komu inn í lógina. Hesar friðingar eru orsøkin til, at vit hóast alt hava ein línuflota í dag.
Løgtingsmaðurin fýltist á, at trolbátar, sum um sumrarnar hava loyvi at royna innanfyri 12 fjórðingar, í tríggjar mánaðir av árinum kunnu keypa fiskidagar frá línuni – beint ímóti tí, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, mælti til.
- Eg havi einki ímóti trolbátunum, men eg haldi, at teir skulu hava sínar egnu fiskidagar – og ikki dagar hjá línuflotanum, segði Heini.
Hann helt, at politikarar mugu tora at skapa neyðugu karmarnar um fiskiveiðina.
- Eg eri samdur við landsstýrismanninum um, at veiðitrýstið er ov stórt, og at fiskiflotin brúkar ov nógv fyri at fáa fatur í neyðugu veiðini. Soleiðis, sum oljuprísirnir hátta sær, hevur línuflotin kanska frægasta útgangsstøði í løtuni.
Løgtingsmaðurin vísti á, at umsetiligheitin í fleiri førum hevur ført til, at skuldin í skipunum er vaksin upp um skorsteinin, sum hann tók til.
- Hetta er eisini ein orsøk til, at tað er ov dýrt hjá skipaeigarum at leggja fiskiloyvir saman fyri at skapa at betri grundarlag.
Heini vísti eisini á, hvussu vánaliga toskaveiðan seinasta ár býtir seg millum skipabólkarnar, og her undraði hann seg serliga yvir, at lemmatrolararnir, sum ikki eru undir fiskidagaskipanini, hava veitt 18% av toskinum.
- Eg spyrji bara, hvussu hetta ber til.
At enda vísti framsøgumaðurin á, at skip og bátar, sum hava færri enn 100 fiskidagar, ongan møguleika hava at bera seg fíggjarliga.
- Eg havi ongantíð hildið, at fiskidagar eru besti hátturin at skipa veiðina, segði Heini O. Heinesen.
Jóhan bersøgin
Eftir at framsøgumaðurin hjá Tjóðveldinum hevði havt orðið, vóru onkrar viðmerkingar til ymiskt av tí, ið løgtingsmaðurin hevði ført fram, og millum hesar helt Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum, at røðan hjá Heina ikki gjørdi tað stóra burtur úr fiskidøgunum, men meira friðingunum.
Jóhan vísti á, at tað fer at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri fiskiskipaflotan, um húkaflotin verður skerdur við 50% og trolaraflotin við 20%.
- Eg haldi, at uppskotið hjá landsstýrismanninum er púrasta burtur við, segði hann.
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum helt, at Heini mól sum hundur um heitan greyt, sum hann tók til og spurdi, um framsøgumaðurin hjá Tjóðveldinum vildi verða við til at avhøvda fiskiskipaflotan.
- At mæla til eina skerjing av fiskidøgunum hjá línuflotanum upp á 50% er tað sama sum at krevja, at øll alment lønt í Føroyum fara niður í hálva tíð, segði Jákup Mikkelsen.
Heini O. Heinesen, sum var seinastur at hava orðið í hesuum umfari, segði, at tað neyvan slepst undan skerjingum, nú fiskastovnar eru so illa fyri.
- Gera vit einki, fer fiskiflotin av knóranum kortini, helt hann fyri.
Jóhan Dahl var næstu framsøgumaðurin, og hann helt fyri, at veiðiorkan hevur verið marginalpunktið í kjakinum um fiskivinnumál seinastu árini.
Hann segði seg slett ikki taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um søguliga stóru skerjingarnar av fiskidøgum.
Løgtingsmaðurin fýltist eisini á, at landsstýrismaðurin púra blankt hevur valt at fylgja tilmælinum hjá Fiskirannsóknarstovuni og slett ikki hevur tikið við í sítt uppskot tað arbeiði, sum fiskiorkunevndin og fiskidaganevndin hava gjørt.
Jóhan Dahl segði, at Føroyar eru tað land í heiminum, sum hevur nógv flest stongdar leiðir fyri trolveiði og segði, at heili 41% av landgrunninum er stongdur fyri trolveiði.
- Verða dagarnir hjá húkaflotanum skerdir við 50% og partrolaraflotin skerdur í fiskidøgum við 20%, verður lítið eftir at fiskiflotanum komandi ár.
Løgtingsmaður Sambandsfloksins vísti eitt nú á tað, sum fiskidaganevndin sigur um kanningar av hjáveiðini hjá pelagisku skipunum, bæði teimum útlendsku og føroysku skipunum.
- Tað eru nógv áhugaverd ting í tilmælinum hjá fiskidaganevndini og ikki minst hetta um hjáveiðina hjá hesum skipum, men alt hetta hevur landsstýrismaðurin valt at feiða av borðinum, sum Jóhan Dahl tók til.
Hann segði, at hesi stóru pelagisku skipini fiska eitt nú í kantinum á landgrunninum, har partrolararnir fiska.
- Hvør sigur, at ikki upsi og toskur svimur uppi í svartkjafti og gulllaksi? spurdi hann.
Jóhan Dahl helt fyri, at ætlan landsstýrisins helst er, at Føroyar skulu hava einar 4-5 stórar flakatrolarar á landgrunninum og so nøkur onnur skip aftrat.
- Eg haldi, at landsstýrið eigur at melda greitt út, hvør ætlanin við hesum uppskoti er, eins og við teimum viðmerkingum, sum vóru í løgmansrøðuni á ólavsøku.
Í hesum sambandi vísti hann eitt nú á ætlaninar um broytingar í minstaforvinninginum hjá útróðrarmonnum.
Løgtingsmaðurin fýltist eisini á, at Fiskirannsóknarstovan, sum fær 20 miljónir krónur um árið at arbeiða við, ikki dagførur sítt exel-rokniark, sum hann tók til, og kann hava meiri dokumenterað tilmæli og tøl at vísa á í sínari ráðgeving.
- Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, hevur sjálvur sagt, at nógv er broytt, síðan stovnurin læt landsstýrismanninum sítt tilmæli.
Jóhan Dahl vísti eisini á ta togan, sum áður hevur verið millum Kjartan Hoydal og Fiskirannsóknarstovuna um dygdina í ráðgevingini.
- Eg eri samdur í, at neyðugt er við ávísum skerjingum, og í aðrar mátar tillagar støðan, sum í fiskiskipavinnuni í løtuni, nakað.
Løgtingsmaðurin helt tað vera skeivt av landsstýrismanninum at mæla til friðingar á Føroyabanka, sum eru djúpari vatni, har eitt nú gulllaksaskipini royna, tí royndin á hesum leiðum ávirkar ikki toskin á bankanum.
- Nú málið kemur í vinnunevndina til viðgerðar, ivist eg onga løtu í, at hetta verður eitt heilt annað uppskot, tá viðgerðin í nevndini er liðug, segði Jóhan Dahl.
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum helt, at ráðgevingin slett ikki er í samsvar við fiskidagaskipanina, sum Kjartan Hoydal eisini hevur víst á.









