Løgtingið hevur nú samtykt og endaliga avgreitt fíggjarætlanina fyri næsta ár og í kvøld fór Løgtingið sostatt í jólafrí.
Men tað tók drúgva tíð at avgreiða fíggjarlógina, tí tinglimir skuldu atkvøða heilar 158 ferðir.
Høvuðsorsøkin til tað var, at andstøðan royndi til tað seinasta at fáa ymsar broytingar í fíggjarlógina og í hesum sambandi hevði andstøðan sett 156 broytingaruppskot fram.
Av tí sama tók bara atkvøðugreiðslan næstan tveir tímar.
Tá ið komið var í helt, høvdu tinglimir hug at fýlast á mannagongdina, men løgtingsformaðurin gjørdi greitt, at tvinnir vóru kostirnir: Antin verður atkvøtt fyri hvørt uppskot sær, ella verða uppskotini tikin aftur.
Hinvegin hevði samgongan sett eitt broytingaruppskot fram og tá ið alla tær atkvøðugreiðslurnar vóru lidnar, skuldi Løgtingið um at seta fíggjarlógina í gildi, soleiðis sum hon nú lá.
Øll 156 broytingaruppskotini hjá andstøðuni vórðu feld, men broytingaruppskotið hjá samgonguni varð samtykt.
Upp undir atkvøðugreiðsluna høvdu tinglimir skift orð í fleiri tímar um fíggjarlógina, men tað orðaskiftið flutti ikki petti og samgongan samtykti fíggjarlógina, soleiðis, sum hon hevði ætlað.
Nú fíggjarlógin er avgreidd, fer Løgtingið í jólafrí og fer ikki til arbeiðis aftur fyrrenn út ímóti hálvum januar uttan so, at okkurt óvanligt stingur seg upp.
Fyrsti nevndarfundur, sum stendur á skrá í løtuni, verður ein fundur í Mentanarnevndini hósdagin 10. januar.
Enn er ikki avgjørt, nær fyrsti Løgtingsfundur verður eftir nýggjár.
Áðrenn tey fóru, ynskti løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, tingfólkum og landsstýrisfólkum eini gleðilig jól og eitt av harranum signað nýggjár.