Lægstu út­láns­rentu og bestu tænastu – takk!

Undirritaði býráðslimur, tekur ikki undir við áskoð­anini hjá Sigurð Simonsen, borgarstjóra í Fuglafjarðar Kommunu. Hansara út­tal­ilsi um, at kvetta øll sam­bond við Bank Nordik, stend­ur fyri egnari rokn­ing.

Kristina T. Larsen
býráðslimur

Hósast tað er harmuligt, at missa deildina í Fugla­firði, so er tað upp til Bank Nordik at avgera hvussu tey organisera sítt virksemi. Ein hóttan um at kvetta alt samband, hoyrir ongastaðni heima. At Bank Nordik ger ratio­naliseringar og velur at lata deild aftur, er upp til tey at avgera.

Mín áskoðan er, at ein kommuna til einhvørja tíð eigur, at lata upp fyri kapp­ing og brúka teir pen­ingastovnar, ið geva lægstu lánsrentu og bestu tænastu, eisini um hesin peningastovnur liggur utt­an fyri kommununa. At Bank Nordik hevur valt at taka hesa avgerð, eig­ur ikki at ávirka Fugla­­fjarð­ar Kommunu, tí kunn­­ingar­tøknin er so mikið frammar­laga, at allar avgreiðslur hjá Fugla­fjarðar Kommunu við peningastovn kunnu fremj­ast yvir internetið.

Tey fólk, ið ikki avgreiða peningaviðurskifti síni yvir netbankan, fara at kenna sakn nú deildin letur aftur, og hesi fara helst skilligt nokk, at skifta yvir í annað­hvørt snotu­ligu deildina hjá Eik ella til ”hurðatænastuna” hjá Posta, tí fólk vilja sjálvsagt hava bestu tænastu.

Alt tað besta til Bank Nordik og til Fuglafjørð.