YVIRTØKUR
Arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av løgregluni og rættarskipanini gongur væl.
Tað sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum.
Uppundir vikuskiftið var embætisfundur millum føroyska og danska løgmálaráðið, og tá varð avtalað, at næsti fundurin verður 19. februar.
Tá verður skapið gjørt til eina endaliga frágreiðing, sum verður latin landsstýrinum og donsku stjórnini til støðutakan. Eftir hetta kunnu vit vænta politiskar samráðingar, sum gera av, hvussu víðari verður farið fram.
Embætismannanevndirnar arbeiða eftir eini arbeiðsætlan, sum Høgni Hoydal landsstýrismaður og Frank Jensen, fyrrverandi løgmálaráðharri, avtalaðu. Sagt var í avtaluni, at »der skal udarbejdes et oplæg til efterfølgende politisk beslutning om Færøernes overtagelse af politi og retsvæsen samt hertil knyttede sagsområder.«
Øll skipanin, sum hon er í dag, verður lýst út í æsir. Føroysku embætisfólkini skulu eisini lýsa, hvørjar umsitingarligar og løgligar broytingar skulu fremjast, tá málsøkini koma á føroyskar hendur, og á hvørjum økjum neyðugt verður at samstarva við Danmark eftir eina yvirtøku.
? Tað, sum vit nú fáast við, er rættiliga prinsipielt. Tað er nú, at karmarnir verða lagdir fyri eina yvirtøku. Tá landsstýrið og stjórnin eru komin ásamt um, hvussu farast skal víðari, koma embætisfólkini aftur upp í leikin. Tá fara tey meiri ítøkiliga til verka og gera nýggja lóggávu fyri eina føroyska løgreglu og rættarskipan, sigur Rúni Joensen.
Í samgonguskjalinum er ikki ásett, at løgregla og rættarskipan skulu yvirtakast í hesum valskeiðnum, men sagt verður bara, at arbeiðast skal víðari við fyrireikingunum.