Løgreglumenn skuldsettir í máli um morð á autist

20 ára gamli Eric Torell, sum hevði Down syndrom og autismu, varð dripin síðsta summar. Tríggir løgreglumenn eru ákærdir.

Ein svenskur løgreglumaður er ákærdur fyri at vera orsøkin til at ein 20 ára gamal maður við autismu doyði. Tað upplýsir ákærumynduleikin á tíðindafundi.

Tveir aðrir løgreglumenn eru ákærdir fyri tænastuvanrøkt.

Málið snýr seg um morðið á 20 ára gamla Eric Torell síðsta summar. Hann hevði Down syndrom og hevði autismu.

Hann varð skotin og dripin av svensku løgregluni í Stokkhólm 2. august í 2018. Uppi á sær hevði hann eitt leikutoysvápn. Sambært løgregluni uppførdi hann seg hóttandi.

##med2##

Ákærin Maritn Tidén gekk í dag í gjøgnum hendingartingongdina.

Síðani upplýsti hann um ákærurnar ímóti teimum trimum løgreglumonnunum.

– Eg eri komin til ta niðurstøðu, at løgreglumenninir, sum verða rættarsøktir, ikki hava gjørt arbeiðið sítt til lýtar. Um teir høvdu gjørt tað, høvdu teir skilt, at Eric ikki var ein hóttan, sigur hann.

##med3##

Mamma Torell hevur sagt, at sonur í sinn var sum ein trý ára gamal.

– Eitt barn við Down syndrom og sum hevur autismu. Hvussu skuldi hann kunna verið so hóttandi? Tað gevur onga meining, sigur mamman, Katarina Söderberg, við svenska blaðið Aftonbladet í august í fjør.

Tað lætti hjá henni, at ákærur nú eru reistr ímóti løgreglumonnunum.

– Nú eru vit endiliga við at finna útav, hvat fór fram, og hvussu tað kundi endað so galið, sigur Katarina Söderberg.

Tilsamans vóru latin 25 skot av ímóti Torell.

Hann var eitt nú skotin í ryggin. Sambært ákæranum prógvar tað, at løgreglan helt fram við at skjóta ímóti honum, sjálvt um hann vendi ryggin til.

Ein kúla var í rygginum, sum drap Torell. Løgreglumaðurin, sum er ákærdur fyri at vera orsøkin til eyðan, læt tað skotið av.

##med4##

Skottilburðurin fór fram umleið klokkan fýra um morgunin hósdagin 2. august í Vasastan í miðbýnum í Stokkhólmi.

Slakar tveir tímar seinni varð Eric Torell staðfestur deyður á sjúkrahúsinum.

 

/ritzau/TT