Løgreglan sóknast eftir vitnum til innbrot

Tjóvarnir fóru tómhentir heimaftur, tá teir royndu at bróta inn í sjálvtøkuna hjá Bank Nordik í Sandavági.

 

Tjóvarnir fóru tómhentir heimaftur, tá teir royndu at bróta inn í sjálvtøkuna hjá Bank Nordik í Sandavági.

 

Sunnunáttina, tað er náttina til sunnudagin, var innbrot gjørt í bygningin hjá Bank Nordik í Sandavági, skrivar jn.fo.

 

Løgreglan váttar søguna fyri Miðlahúsinum og sigur, at onkur hevur roynt at tikið seg inn í sjálvtøkuna.

- Viðkomandi hava brotið inn í rúmið, har sjálvtøkan stendur, men eru ikki sloppin inn í sjálva sjálvtøkuna. Tey eru tí farin tómhend avstað haðani, sigur Hildur Hentze, kanningarleiðari.

 

Løgreglan hevur verið á staðnum og kannað staðið og tryggjað sær slóðir.

- Ein veitsla var nærindis bygninginum leygarkvøldið og sunnumorgunin, so um onkur har kanska hevur sæð okkurt ella varnast okkurt óvanligt, hoyra vit fegin frá viðkomandi, sigur Hildur Hentze.