Løgreglan nýtir mangan Facebook síðu sína til at ávara fólk um ávísingar hendingar. Tað sama gera tey nú.
Fyri lítlari løtu síðani skrivar løgreglan soleiðis:
"Nú er aftur óðnarvegur og vit fara at heita á tykkum øll um at hugsa tykkum væl um áðrenn tit fara út at ganga ella at koyra.
Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført - har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum.
Vit fráráðað at koyra har í løtuni.
Vit á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 m/sek á Noðradalsskarði, 40 m/sek á Velbastaðhálsi, 48 m/sek á Sandsvágshálsi og 52 m/sek á Høgareyni."