Um mánaðarskiftið, tá ið lønir og studningar verða útgoldnir, hevur Løgreglan sum oftast øgiliga nógv at gera.
Hetta er eitt rák, sum vindur upp á seg, hevur løgreglan lagt merki til.
- Tað vísir seg, at tá ið fólk hava fingið løn og studning síðst í mánaðinum, er altíð nógv meiri hjá okkum at gera enn vanligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Hetta vikuskiftið hevur sanniliga ikki verið nakað undantak.
- Tað hevur verið strævið hjá teimum, sum hava verið til arbeiðis, sigur vakthavandi løgreglumaður í morgun.
Tað eru serliga full fólk, sum hava elvt til trupulleikar.
- Tað vísir seg, at vikuskiftini um mánaðarskiftini eru tað nógv fleiri fólk enn vanligt, sum drekka seg frá viti og skili og tað sæst aftur í rapportini hjá løgregluni.
Full fólk
Hetta vikuskiftið hevur løgreglan nevniliga tikið eitt ótal av fullum fólki upp og koyrt tey til húsar.
Tað hevur eisini onkur dømi verið húsaófriður, har løgreglan mátti upp í og onkrar ósemjur hava eisini verið á gøtuni.
Tað eru somueiðis fleiri dømi um, at fólk eru dottin og eru komin til skaða. Eini tvey hava brotið beinið og onnur hava skorið seg av glasi. Løgreglan mátti eisini bjarga einum, sum var fallin í óvit tí hann hevði tikið ov nógvan heilivág.
Onkur einstakur er eisini lagdur í brummuna at sova rúsin av sær.
Afturat hesum koma so aðrar vanligar uppgávur sum at taka sær av klagum um leys djór um annað.
Og tíðliga sunnumorgin varð herverk í prestagarðinum í Sandágerði, har ein stór grein varð brotin av einum træi.
Stjólu 3000 krónur
Um vikuskiftið vóru 3000 krónur, umframt ymiskt annað, stolið úr einum bili á Skálarøð. Ongi tekin eru um innbrot, so løgreglan sigur, at helst stóð bilurin ólæstur. Tað málið kannar løgreglan so eisini.
Annars varð brotið inn í ein annan bil, men har varð onki stolið.
Mistu olju á sjógv
Leygardagin varð boðað frá, at ein oljublettur varð á sjónum við Vestarubryggju. Tað varð ein bátur, ið lá við Oljuhavnina, sum hevði mist ”eina minni nøgd” av olju á sjógv. Tað er ikki greitt um talan var um bunkring ella um tað vóru aðrar orsøkir. Men Løgreglan hevur so tikið málið upp og tað gongur so sína gongd.
Spældu við eld
Seinnapartin fríggjadagin var sløkkiliðið boðsent oman á havnarlagið á Toftum, har eldur var í eini ruskbingju.
Tað vísti seg, at talan var um nakrar smádreingir, sum høvdu spælt við eld og tað elvdi til, at eldur kom í bingjuna.
Ongin skaði hendi, men alt í bingjuni kolaðist upp, uttan at nakar annar skaði stóðst av hesum.