Norska løgreglan handtók í kvøld ein mann, sum kann hava við tilburðin í Sandefjord í morgun at gera, tá trý fólk vórðu skotin. - Vit hava tikið ein mann, og vit skulu nú finna út av, um vit skulu kanna hann inn ella út av sakini, sigur løgreglan í Sandefjord, har trý fólk vórðu skotin fyrrapartin í dag.
Løgreglan sigur, at handtøkan fór fram uttan dramatik, og maðurin er nú til avhoyringar í Sandefjord.
- Vit halda, at orsøkir eru til, at maðurin er mistonktur fyri at hava eitt hvørt við skjótingina í morgun at gera. Men kanningararbeiði heldur fram við somu styrki, og talan kann vera um aðrar brotsmenn enn mannin, sum nú er handtikin og skuldsettur.
Maðurin, sum løgreglan í Sandefjord hevur handtikið um 20-tíðina norska tíð í kvøld, varð tikin í íbúð síni í Sandefjord, og sambært løgregluni líkist myndin nógv tí, sum tey hava fingið at vita um mannin, ið skeyt tey trý fólkini.
Løgreglan sigur, at ein fjórði persónur var eisini við beinkin í Badeparken í Sandefjord, tá ókendi maðurin leyp á og skeyt.