Verkfall
Tað er oongin ivi um at løgreglan fylgir serstakliga væl við gongdini í verkfallinum, ikki minst, har vegirnir eru avbyrgdir.
Men at teir fylgja so væl við, sum teir gera, er kortini komið óvart á leiðslurnar í feløgunum í verkfallið.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey hava løgregluna í hølunum á sær, hvar í tey so fara.
Antin koyrir løgreglan aftaná okkum, ella stendur hon ymsastaðni á vegnum ímillum Havnina og Kollafjørð, og eygleriðir tað, sum fer fram, Teir eru bæði í løgreglubilum og í vanligum bilum.
Tað er eisini komið fyri, at løgreglan steðgaði einum hýruvorgni, sum koyrdi verkfalsvaktir til Kollafjarðar.Hýruvognsf´ørarin varð spurdur, hvat hann hevði við hetta at gera.
? Eg havi verið í arbeiðsørindum, var svarið- og meiri varð ikki gjørt við tað málið
?Vit føla okkum sum ein brotsmenn. Men eg veit ikki, hvørji brotsverk, vit hava framt, leggur hon afturat.
Enn hevur løgreglan kortini ikki lagt uppá verkfallið, síðani vegirnir aftur vórðu byrgdir av mánanáttina.