Løgreglan avbyrgt øki í Oslo

Løgreglan hevur funnið bumbulíknandi lut í Oslo í kvøld

Norska løgreglan hevur í kvøld avbyrgt eitt stórt øki í Oslo, eftir at ein bumbulíknandi lutur var funnin. Talan er um eitt øki í býapartinum, tey kalla Grønland.

VG skrivar, at ein maður er handtikin í sambandi við tilburðin.

Norska løgreglan sigur, at talan er um ein kassa á 30x30 sentimetrar. Tey halda ikki, at kassin kann gera stóran skaða, men av trygdarávum er eitt stórt øki kring kassan avbyrgt.

Bumbutøkningar hjá løgregluni eru á staðnum og kanna kassan, og løgreglan boðar á Twitter frá, at tey hava tak á støðuni.